Støðutalvan sær heilt øðrvísi út nú, enn hon gjørdi undan genturóðrinum á ólavsøku.
Undan ólavsøkuróðrinum var Blikur av Argjum ovast og harvið FM favorittur. Um Blikur skuldi missa FM heitið, so var treytin tann, at Tambar var tvey pláss frammanfyri Blik í ólavsøkuróðrinum.
Og tað var júst soleiðis, at tað tørnaði út.
Tambar legði seg beinanvegin á odda, og síðani hugdu tær í bátinum hjá Knørrafelagnum ongantíð afturum seg. Á málinum var Tambar meiri enn eina bátslongd undan fremsta avbjóðaranum.
Fyri FM kappingina var tað avgerandi, hvussu tað skarst hjá Bliki. Argjagentur vóru við í kappingini um næstfremsta plássið, og harvið høvdu tær framvið Molanum so at siga FM heitið og gull og steyp á hondum.
Men so kiksaði tað. Tær umborð á Drekanum tóku Blik, sum endaði eina heila bátslongd aftanfyri Drekan og harvið endaði gullið hjá Tambar og Knørrafelagnum og ikki á Argjum.
Tambar og Blikur endaðu við sama stigatali. So siga ásetingarnar, at tað er tann, sum stendur seg betri á ólavsøku, ið endar ovari, og harvið er Tambar meistari.
1 Tambar 5.06.38
2 Drekin 5.09.45
3 Blikur 512.07
4 Falkur 5.13.07
5 Báran 5.16.38
6 Beinta 6.18.01
7 Sílið 5.20.05
8 Frúgvin 5.21.29
9 Kollur 5.21.37
10 Fenja 5.23.07
11 Stubbin
12 Knúkur
FM
1 Tambar 42
2 Blikur 42
3 Drekin 33
4 Falkur 29