Fyrrapartin í gjár fekk løgreglan fráboðan um, at ein tangabilur hevði mist eitt hjól inni í Kaldbakstunnlinum. Hjólið lá leyst á farbreytini, og tað kundi tí elvt til eitt óhapp.
- Vit gjørdu tí skjótt av og skundaðu okkum á staðið og fingu stong tunnilin av. Sløkkiliðið bleiv eisini boðsent, og meðan eitt nýtt hjól bleiv sett á tangabilin, og tað leysa hjólið bleiv tikið upp, varð tunnilin stongdur. Hetta tók ein lítlan tíma, og alt spældi væl av, sigur vakthavandi á politistøðini í Havn í dag.