Tann betra verjan vinnur

Hondbóltur: Sámal Joensen roknar við, at verjuspælið fær størstan týdning í finaluni í dag

Sámal Joensen hjá VÍF roknar eins og allir hinir spælararnir við einum jøvnum dysti í dag. Higartil hava mansliðini hjá VÍF og StÍF spælt tríggjar ferðir móti hvørjumøðrum, og meðan vestmenningar vunnu fyrsta dystin, hevur StÍF vunnið tveir teir seinastu ? báðir í Vestmanna.

? Fyrra dystin í Vestmanna taptu vit stórt, og tað úrslitið endurtekur seg ikki í dag. Í seinna dystinum var munurin ikki so stórur, og tað verður hann heldur ikki hesuferð, sigur Sámal Joensen, sum saman við Áka Olsen skjýtur tey flestu málini hjá VÍF.

? Tað hevur týdning fyri okkum at fáa verjuna at rigga betur, enn hon hevur gjørt higartil. Tað hevur gingið framá við tí í seinastuni, sigur Sámal, sum leggur dent á týdningin, tað hevur hjá teimum at steðga skjótálopunum hjá StÍF.

Hann roknar við, at strandingar fara at dekka offensivt, og at tað verður liðið, sum hevur betru verjuna, sum vinnur.


StÍF favorittur?

VÍF hevur verið føroyameistari tvey tey seinastu árini, men í ár hevur tað gingið meira misjavnt. Kappingin í ár er nógv javnari enn hon hevur verið, og hóast vestmenningar hava tapt fleiri dystir bæði í grundspælinum og í endaspælinum, so eru allar súðir ikki syftar, verri enn so.

? Vit hava verið rættiliga ónøgdir við tapini í endaspælinum, og tað kom illa við hjá okkum, at venjarin Daniel Rapa bleiv skaddur, men vit hava framvegis møguleikan, bæði í landskappingini og í steypakappingini, sigur Sámal Joensen, sum sjálvur byrjaði eitt sindur spakuliga, men er komin meir og meir við sum kappingin hevur gingið.

? Tey flestu halda ivaleyst, at StÍF er favorittur í dag, eisini tá tú hugsar um úrslitini okkara millum, men tað passar okkum fínt, um so er. Eg haldi eisini, at tú merkir tað á prátinum í bygdini, at vónirnar ikki eru heilt so stórar, sum tær hava verið, sigur Sámal.

Men hóast vestmenningar kanska ikki hava so stórar vónir til sítt lið, sum teir onkuntíð fyrr hava havt, er væntandi, at teir koma til Havnar í stórum tali. Tað hevur altíð verið stutt millum Vestmanna og Havnina í hondbóltshøpi, og eftir hvat skilst verður eisini skipað soleiðis fyri, at bussar koyra. So dysturin millum VÍF og StÍF verður kanska eins harður uttanfyri vøllin, sum hann er inni á gólvinum.