Leygardagin spældi Coventry seinasta dystin í næstbestu ensku fótbóltsdeildini í hesum kappingarárinum. Kappingarárið endaði leygardagin, og Coventry var á heimavølli ímóti Cardiff. Coventry vann dystin 3-1, og tað var uttan føroyska landsliðsspælaran Claus Bech Jørgensen, sum er skaddur. Hetta var seinasti dysturin hjá fyrrverandi enska landsliðsspælaranum Dennis Wise, og hann rundaði av við at skora eitt mál í seinasta minutti av dystinum. Coventry endaði sum nummar 8 av 24 liðum.