Annan jóladag í 2004 rópar Sonali Deraniyagala á mannin og biður hann koma til vindeygað á teirra hotelkamari á Sri Lanka. Hon vil vísa honum nakað løgið við sjónum, sum tóktist verða nærri enn vanligt.
Eina løtu seinni hevur óhugsandi flóðaldan í Indiska havinum tikið mannin, báðar synirnar og foreldrini.
Sonali Deraniyagala hevur skrivað um sína óveruligu uppliving, tá ið flóðaldan, ið kostaði einari fjóðrings millión fólkum, lívið, knústi hennara tilveru. Hon skrivar ósentimentalt, erligt og við vreiði.
Ein av bestu bókunum, sum kom út í 2013.