Tann lítli munurin

INTERNET. Kvinnur samskifta á annan hátt enn menn, og tað er grundarlagið undir nýggjari heimasíðu fyri kvinnur, sum Elin Heinesen hevur gjørt fyri internetútbjóðaran World Online

Elin Heinesen hevur í nýggja starvi sínum hjá fyritøkuni World Online fingið ábyrgdina av at gera eina heimsíðu, sum serliga er ætlað kvinnum.

8. mars lat nýggja heimasíðan upp, og hon verður javnan dagførd við tilfari, sum serliga vendir sær til kvinnur.

? Kvinnur samskifta á annan hátt enn menn, og tað er grundarlagið undir nýggju heimasíðuni, sigur Elin Heinesen.

? Flestu miðlar verða stýrdir av monnum, og tað merkja kvinnurnar. Evni, sum kvinnur halda hava týdning, meta menn verða týdningarleys, og tí er langt ímillum miðlarnar, sum kvinnur kenna seg aftur í.


Valdi kvinnurnar

World Online er ein hollendsk fyritøka, sum hevur deildir í 14 europeiskum londum.

World Online er internetútbjóðari, og í løtuni starvast um 140 fólk í donsku deildini. Hetta er ein deild, sum er í støðugum vøkstri, og bara seinasta árið eru 100 starvsfólk komin afturat.

Á heimasíðuni hjá fyritøkuni finnast tíðindi og upplýsingar um felagið og tað, sum felagið kann bjóða viðskiftafólki. Harafturat eru ymiskar heimasíður, sum eru ætlaðar serligum bólkum ella evnum.

Og ein tann nýggjasta er tann, sum Elin Heinesen hevur lagt til rættis.

? Tá tey spurdu meg, hvørja heimasíðu eg vildi taka mær av, var eg skjót at velja kvinnurnar burtur úr, sigur Elin Heinesen.

Síðani 1. februar hevur Elin arbeitt við heimasíðuni, og nú hevur hon ábyrgdina av, at síðan verður dagførd við áhugaverdum tilfari.


Komu seint í gongd

Elin Heinesen heldur, at hóast kvinnurnar hava vunnið sær nógv rættindi seinastu 30 árini, er framvegis ikki talan um veruliga javnstøðu.

? Royndirnar siga, at brúk er fyri síðum á internetinum, sum venda sær til kvinnur. Og kvinnur eru serliga glaðar fyri heimasíður, sum venda sær til tær á ein óhátíðarligan hátt og sum viðgera persónlig viðurskifti, sigur Elin Heinesen.

? Uppløgdu møguleikararnir fyri at samskifta á internetinum áttu at tiltala kvinnur, men hóast hetta komu tær rættiliga seint í gongd á internetinum. Tað kann skyldast, at tað í byrjanini vóru fáar heimasíður, sum kvinnur høvdu áhugað fyri, men hetta vil okkara heimasíða gjarna verða viðvirkandi til at broyta.

Elin Heinesen sigur, at kvinnusíðan hjá World Online staðfestir, at munur er millum, hvussu menn og kvinnur samskifta og leita eftir upplýsingum.

? Vit ætla at taka evni upp, sum tann modernaða kvinnan hevur áhuga fyri, og vit fara at formidla tað soleiðis, at hon kennir seg aftur í tilfarinum, sigur Elin Heinesen.


Eisini menn

Elin Heinesen sigur, at kvinnusíðan hjá World Online ætlar sær leggja sjógv millum seg og mannfólk, tá tað kemur til skapið á síðuni, men hon vónar, at menn eisini fara at lesa tilfarið á síðuni.

? Vit viðurkenna tann lítla munin millum menn og kvinnur, og tí fara vit at viðgera evni, sum hava við kynini at gera, sigur hon.

? Vit ætla eisini at vera persónlig, og vit fara at viðgera øll evnini út frá sjónarhorninum hjá kvinnunum, tað verður okkara vørumerki.

Heimasíðan, sum Elin Heinesen stendur fyri, er at finna á adressuni www.worldonline.dk.