Sum høvuðsstaður tekur Tórshavnar kommuna upp á seg uppgávur, sum ongin annar megnar, og hesar tænastur koma øllum landinum til góðar.
Hesum hava vit í Havn onki ímóti. Vit vilja fegin, at høvuðsstaðurin er rúmligur og er staðið, hagar fólk leitar í ørindum, til arbeiðis, til handils og til gamans.
Vit eru errin av, at Havnin hevur so nógv at bjóða, og vit leggja ikki skatt á fólk, sum koma av bygd higar at arbeiða og annars njóta tær tænastur, sum her eru.
Høvuðsstaðurin vil fegin vera rúmligur og vil kunna bjóða teimum ungu hendanvegin at búleikast í einum býarsamfelag, sum vil nakað, men afturfyri má hann eisini hava neyðugar sømdir, so hann kann røkja sína uppgávu til lítar.
Nýskipan av kommunalu viðurskiftunum í Føroyum gongur hjá nógvum út upp á at skerja høvuðsstaðin. Hetta er stuttskygd og lítið skilagóð tala.
Sjálvsagt eigur høvuðsstaðurin at vera við í kjakinum um, hvussu vit menna alt landið, men tosið um nærum ótálmaða útjavning kann elva til beinleiðis afturstig fyri alt samfelagið.
Afturstigið kann gerast, at høvuðsstaðurin missir dampin og orkuna at toga Føroyar framá. Tá er onki vunnið fram á leið.
Ein kipt høna verpur sum kunnugt ongi egg. Ein kiptur høvuðsstaður byggir onki land.
Havnin er og verður høvuðsstaðurin, og Havnin eigur tí at verða viðfarin sum høvuðsstaður.
Vel trygga leiðslu í Tórshavnar Kommunu 11. november. X við E.