Tann øðrvísi møguleikin

Tekniski skúli í Klaksvík bjóðar sum einasti skúlin í landinum tekniska studentsútbúgving

 

Síðani 1993 hava føroyskir ungdómar havt møguleikan at taka miðnámsútbúgving á Tekniska skúla í Klaksvík.

Talan er um tekniskar studentar, har undirvísingin er ein blanding av bókligum og verkligum lærugreinum. Ein triðingur av frálæruni fer fram á einum av verkstaðunum á skúlanum.

Útbúgvingin tekur trý ár. Í løtuni er ein flokkur í hvørjum árgangi, og tilsamans eru 22 næmingar í holt við útbúgvingina.

Tekniska studentsútbúgvingin gevur teir somu møguleikarnir fyri víðari útbúgving sum tilsvarandi útbúgvingar ? HF, student og handilsskúli.


Munur á útbúgvingum

Næmingarnir, sum ganga á Tekniska skúla í Klaksvík, koma úr øllum landinum, og møguleiki er at búgva á skúlaheiminum, sum hoyrir til skúlan.

Munurin millum teknisku studentsútbúgvingina og hinar miðnámsútbúgvingarnar er, at størri dentur verður lagdur á verkligu lærugreinarnar. Næmingarnir sleppa at royna seg við timbri, el, á maskinverkstaði og í starvsstovu.

Næmingarnir hava stóra ávirkan á, hvussu útbúgvingin fer fram, tí tað eru nógvir valmøguleikar. Skúlin leggur dent á, at næmingarnir sleppa at royna seg, og at teir fáa møguleikan at menna seg.

Skúlin leggur upp til, at næmingarnir sleppa at brúka bæði bókligu og handaligu vitanina í tvørfakligum uppgávum.

Leygardagin hevur Tekniski skúli í Klaksvík opið hús,og tá ber til at hyggja eftir umstøðunum og at kunna seg við viðurskiftini á skúlanum.