- Tann sosiala bræðingin av størsta týdningi

Tórbjørn Jacobsen metir, at ólavsøkan hevur ótrúliga stóran týdning fyri føroysku tjóðina og serliga føroyska málið.

Hann er ein av teimum, ið hoyrist, har hann er. Í 1998 varð Tórbjørn Jacobsen valdur á ting á fyrsta sinni, og hevur hann síðan verið millum fremstu røðarar í landinum. Men tað er ikki fyrr enn á vaksnamanna aldri, at Tórbjørn er farin at ganga á ólavsøku.

 

- Í 2000 varð eg valdur til landsstýrismann í mentamálum. Tá var eg á ólavsøku fyri einans triðju ferð í lívinum, sigur Tórbjørn, men skoytir uppí,

 

- Eg eri voksin upp í eini maritimari familju. Tá pápi hevði feriu, fóru vit børnini og mamma umborð, so síðan 3 ára aldur brúkti eg øll summur á sjónum.

 

Seinni gjørdist Tórbjørn sjálvur skipari, so hann sigldi sjálvur fleiri summur.

 

- Eri eg heima, so fari eg nú altíð á ólavsøku, sigur Tórbjørn avgjørdur.

 

Tað er serliga ein táttur á ólavsøkuni, sum liggur Tórbirni nær at hjarta.

 

- Kappróðurin. Eg havi sjálvur við kappróður at gera á Glyvrum, so eg var í gjár og hugdi og heppaði.

 

- Hjá okkara bátum gekk væl, men eg frykti, at um ikki okkurt verður gjørt skjótt, so dettur kappróðurin niðurfyri. Korini eru ikki góð nokk, so her skulu rættar avgerðir takast nú, sigur Tórbjørn avgjørdur.

 

Sambært Tórbirni er ólavsøkan ómetaliga týdningarmikil.

 

- Ólavsøkan savnar okkum øll saman, og vit fáa eina sosiala bræðing. Haraftrat er tað týdningarmikið, at vit standa saman um tað føroyska málið, tí tað verður álopið frá øllum síðum. Vit noyðast at brúka nógv meira tíð upp á at verja tað, sigur Tórbjørn.

 

Fyri Tórbjørn eru tað trý tiltøk, hann altíð fer til. Tey eru kappróður, fótbólt og fólkafundurin á Doktaragrund.