Tann stóra umvælingin

UMVÆLING Um góð fýra ár kann Mikladals kirkja hátíðarhalda 100 ára dag sín. Í hesum døgum verður ein rættiliga umfatandi umvæling gjørd í kirkjuni av monnum hjá byggimeistaranum Hanusi Højgaard í Klaksvík. - Hetta var vist ein tiltrongd umvæling, sigur hann.

Mikladalur: - Ja, hetta er, sum tú sært, eitt stórarbeiði, vísir Hanus á.

Tríggir mans eru til arbeiðis í kirkjuni. Teir eru allir upptiknir hvør við sítt, og ikki hoyrist mannamál hesa løtuna, orsakað av óljóði frá maskinum.

Tað er skjótt at staðfesta, at teir hava ikki ligið á teirri latu síðuni, síðani teir byrjaðu arbeiðið. Her er farið nágreiniliga og skilvíst fram.

Øll kirkjan innan er snøgt sagt avmonterað: Altarið er burtur. Onki sæst til nakran bonk. Sjálvt altartalvan er tikin niður. Á loftinum í erva er urgan dekkað av eini presending.

Alt er tikið sundur við kærleika til kirkjuna og fakið, tí alt skal setast saman aftur á júst sama hátt sum tað var áðrenn. Ein avbjóðing var prædikustólurin.

- Ja, tað var tað. Vit máttu simpelthen bara hiva hann upp frá gólvinum, soleiðis at vit kundu arbeiða í friði og náðum við gólvinum. Og beint nú er ein maður í ferð við at festa prædikustólin aftur í gólvið, greiðir Hanus Højgaard frá.

Eftir at málarin er sloppin framat og er liðugur við sítt verk, fara teir hjá Hanusi innaftur fyri at byrja uppseting av stólum og øllum tí, ið higartil hevur verið goymt burtur.



Koyrast burtur

Tað er nakað fyri jól, at teir byrjaðu hetta stóra arbeiðið at umvæla kirkjuna, sum í síni tíð varð umbygd og umvæld fyri 96 árum síðani.

Tíðarinnar tonn hevur eisini slitið uppá hesa kirkjuna, og nú var komið so mikið langt, at okkurt mátti gerast - bæði av nýggjum og umvælast.

Menninir hjá Hanusi Højgaard hava tí, sum eitt av teimum stóru arbeiðinum, skift kirkjugólvið.

- Ja, gólvið var so mikið vánaligt, at tað mátti alt koyrast burtur, bæði undirsløg og timbur, greiðir Hanus frá.

Ístaðin hava teir bjálvað undir og hava haraftrat stoypt gólvhita í, og lagt nýtt gólv á. Hválvið og síðurnar eru eisini bjálvaðar.

- Í dag kanst tú siga, at her verður talan um eina heita kirkju.


Liðugt

Lidnir eru nú einir tveir mánaðir, síðani Hanus Højgaard og hansara menn fóru undir teirra arbeiði.

Frammanundan tí var alt innbúgvið tikið niður og flutt oman í eini hús longur niðri í bygdini. Hesa tíðina hava tí gudstænastur verið hildnar í skúlanum í bygdini.

Enn er ikki ásett, nær arbeiðið skal verða liðugt innanveggja. Ætlanin er somuleiðis at gerast skal eitt fýrrúm og toilett uttanfyri.

- Ein umsókn um tað er farin til býráðið, sum fyrst má góðkenna ætlanina, vísir Hanus á. 





FAKTA


Mikladals kirkja

6. juli 1855 er kirkjusýn í Mikladali, og har siga sýnsmennirnir, at kirkjan er í so ringum standi, at hon ikki kann umvælast, og harafturat er hon ov lítil. Teir ráða tí til, at kirkjan verður niðurtikin og nýggj bygd í staðin. Og av kirkjusýninum, sum verið hevur 12. juni 1860 sæst, at nýggj kirkja er bygd í 1859.


Frá aldarskiftinum og fram til 1915 var kirkjan í sera ringum standi. Kirkjusýnini hesa tíðina hava nógvar viðmerkingar um, at so er. Eisini íbúgvarnir í Mikladals sókn gera vart við seg. 26. mai 1909 skriva teir bræv til Færø Amt, har teir greiða frá, hvussu vánaligum standi kirkjan er í.


Aftaná drúgt brævaskifti millum kirkjuráð, próst og amt, m.a. um peningaviðurskifti, verður tó avgjørt at fara undir umfatandi umbygging av kirkjuni.


Í 1915 byrjar umbyggingin, so núverandi kirkja er bert lutvís nýggj. Veggirnir og skjøldrarnir vórðu munandi hækkaðir, jarntak kom á í staðin fyri tað gamla, sum var skifur; hon var klødd innan við viði, og uttan varð hon pussað. Fyrr vóru eingi vindeygu á norðaru síðu, men nú eru 4 størri og 1 minni á hvørjari síðu. Tornið er av timbri, klætt við jarni, og spírið er smíðað úr jarni við vimpli á.


15. desember 1915 varð kirkjan so vígd av Fr. Petersen, prósti. Hjástaddir vóru, umframt bygdafólk, Absalon Joensen, sum eitt skifti var prestur í Norðoyggjum, amtmaðurin og sjefurin á danska sjóverjuskipinum Beskytteren, sum kom norður við próstinum og amtmanninum.


(KELDA: J. P. Gregoriussen, Eldru Hválvkirkjurnar)





STÓRARBEIÐI

- Kirkjan er so gott sum nýggj innan, sigur Hanus Højgaard, sum stendur fyri umvælingini av Mikladals kirkju



(kirkja 2)


NÁGREINILIGT

Teir tríggir timburmenninir sýna nærlagni, nú kirkjan skal setast aftur í sama stand sum áðrenn umvælingin byrjaði.