Í einum handli, sum selir brúktar bøkur á Dag Hammerskjølds Allé í Keypmannahavn ein gráan og kaldan dag í apríl í ár. Hetta er ein av teimum heilt fáu antikvarhandlum, eg havi vitjað, har skil hevur verið á. Allar bøkurnar er skipaðar í bólkar, júst sum á einum bókasavni. Hetta var eitt satt ævintýrland. Tann eini klassikarin dagaði fram a hyllunum eftir tann annan. Mær hevur altíð dámt væl at lesa um teir stóru rannsóknarmennirnar sum vitjaðu nýggj lond, íð nærum ongin visti um at siga áðrenn. Sjálvsagt steðgaði eg á, tá eg kom til hornið við bókum frá teimum stóru ferðamonnunum. Eg leitaði eftir eini ávísari bók, bókin sum Roald Amundsen skrivaði beint eftir sína ferð til Suðurpólin í 1911/12. Men hon var ikki at finna. So dagaði ein bók, sum gjørdi meg bilsnan, ja, hjartað bankaði eitt sindur. S.O. Patursson, »Sibirien i vore dage« Eg tók bókina av hyllini og løtu seinni var eg greiður yvir, at eg hevði funnin ein sannan dýrgrip. Eg stóð við fyrstu útgávuni av kendu bókini hjá Siggert í Kirkjubø. Bókin var væl viðfarin, sá næstan út sum nýggj og nógv var hon heldur ikki lisin. Fyri at kamuflerað eitt sindur, ikki virka ov ivrigur, so fann eg nakar bíligar bøkur og legði Siggert ímillum. Fór síðan til diskin. Bókhandilsmaðurin var vinarligur og á seðlinum aftaná fann eg fram til, at hann hevði tikið 150 krónur fyri hesa fyrstu útgávu.
Eg fór glaður útaftur í køldu várluftina. Nú er tað ikki soleiðis, at bókin hjá Siggert kann samanmetast við skinnbøkurnar úr Íslandi. Hon er júst komin út á føroyskum og ein bók er skrivað um Siggert. Ivaleyst finnast eisini fleiri fyrstu útgávur av hesi bók heima í Føroyum. Men tey, sum dáma at eiga gamlar bøkur, kenna kensluna, tá tey hava fingið hendur á onkrari serligari. Hátíðardámur var yvir hotelrúminum seinni um kvøldið, tá eg fór undir at lesa hesa jomfrúuligu bók, sum er 97 ára gomul og næstan ikki opnað
Góður frásøgumaður
Og Siggert dugir at skriva. Munurin millum ein vanligan rithøvund og ein ferðamann, sum greiðir frá sínum upplivingum er tann, at fyri hvønn bókstav ferðamaðurin skrivar, so liggja hansara egnu upplivingar aftanfyri. Hjá tí vanliga rithøvundanum liggja sjálvandi lívsroyndirnar til grund fyri skrivingini. Men hann er frælsari, hann yrkir, hann kann ímynda sær út frá tí hann kennir til lívið.
Nú eg skrivi hesa grein havi eg ikki lisið bókina um Siggert, sum kom út fyri nøkrum árum síðan. Hevði eg lisið hana, so hevði hendan grein ivaleyst sæð ørvísi út og teir spurningar, eg seti, eru teir somu spurningarnir, sum lesararnir hjá Siggert hava sett seinastu góðu 90 árini til Turid Sigurdardóttir gloppaði dyrnar til Siggert eitt sindur meira privat. Eg haldi, tað var Turid, haldi mær til góðar.
Lesir tú um tær stóru rannsóknarferðirnar hjá Amundsen, so snýr ein triðingur av øllum sum er skrivað um hesar seg um hvussu hann hevur fíggjað hesar ferðir. Hvussu ferðirnar í seinasta enda eru hepnaðar, tí at ávís fólk persónliga hava havt áhuga í ferðunum og hava stuðlað honum fíggjarliga. Lítið tú eftir slóðini hjá einum stórum kanningarfara, so kann tú eygleiða nøvnini á teimum, sum hesir djørvu menn standa í takkskuld til. Hjá Amundsen var tað serliga Don Pedro, ein norðmaður, sum hevi rikað seg upp í Argentina, tann stóri polargranskarin Fritjof Nansen og tann fyrsta norska kongafamiljan í nýggjari tíð, við Hákuni kongi og Maud drotning á odda. James Cook, sum er ein av okkara allar mætastu landkannarum, hevði serliga ein vælgerara, íð er nevndir Sir Sandwich. Smáoyggjar kring allan heim eru uppkallað eftir honum og serliga í Kyrrahavinum. Ikki sær tú staðarnøvn uppkallaði eftir Siggert nakrastaðni í Sibiria, tíans heldur í okkara høvuðsstaði, Havnini, íð hevur uppkallað gøtur eftir minni monnum enn Siggert.
Hvør hjálpti Siggert
Á hugnaliga hotelkamarinum, við útsýni yvir Amalienborg, glíði eg longur og longur inn í heimin hjá Siggert á tí stóru villu ferðini til Sibiria, fyri knappliga 110 árum síðan, ein stór ferð, ið vardi í heili seks ár.
Og meðan eg lesi, dansa spurningarnir framman fyri mær. Hvør var hesin maður, og hvør rindaði, soleiðis, at hann kundi dusa sær í heili seks ár, uttan at hava nakra inntøku? Eg visti at hann var góðseigarasonur úr Kirkjubø, at hann hoyrdi til aðalstættina í Føroyum. Men hvør var hesin maðurin, sum kundi leiga menn í sína tænastu í mánaðar?
Fleiri spurningar daga fram og Siggert hjálpir mær ikki. Hann er lítillátin, heldur ikki, at tað er áhugavert at fortelja um seg sjálvan, tað er ferðini hann vil siga frá. Hvat var endamálið við hesi ferð. Hvør hevði sent Siggert. Hvusu bar tað til, at ein bóndasonur úr Kirkjubø, skuldi kenna tað sum eitt kall, at kanna Sibiria, eitt land, sum tá var eitt av teimum stóru hvítu blettunum á heimskortinum. Hvørja útbúgving hevði maðurin, hvussu hevði hann lært russiskt? Onki um hetta stendur í bókini.
Men spurningarnir oyðileggja ikki bókina. Hon er deilig at lesa, og sum síður leggjast afturat, so dámar mær betri og betri Siggert. Hann er eitt menniskja, við góðum og minni góðum eginleikum. Hann hevur eyga fyri kvinnuni, honum dámar góðan mat, honum dámar eitt glas, hann er musikalskur og hann er ein góður veiðimaður. Og kanska fremst av øllum, hann er ein maður sum dugir at snúgva sær. Hann er ein survivor..
Tað er stuttligt at leggja merki til hvussu Siggert er fengdur við fordómum fyrstu tíðina á ferðini og hvussu hesir fordómar spakuliga hvørva og at enda fellir hann heilt saman við teimum fólkunum, hann livir saman við. Eg kenni tað frá mær sjálvum her í Singapore. Longri tú er saman við fremmandum fólki, tess betri lærir tú tey at kenna og tess betri dugir tú at góðtaka teirra livihátt.
Seiggið í Paturson monnunum
Eg eri staddur í lufthavnini í Kastrup eftir alt ov stutta steðgin í Danmark. Í taskuni liggur bókin hjá Siggert. Eg havi góðar stundir. Klokkan er júst farin um middag og mítt flogfar fer ikki fyrr enn um fýratíðina seinnapart. Eg skal fyrst flúgva til Amsterdam í einum minni flogfarið og síðan í einum risa, einum Boeing 747-400, beinleiðis til Singapore. Meðan eg stytti mær stundir, síggi eg, at flogfarið hjá Atlantsflog er í Keypmannahavn. Av forvitni og longsli eftir at síggja landsmenn, so gangi eg móti básinum, har ferðafólkið hjá Atlantsflog heldur til. Eg kendi fleiri beinanvegin. Ó lufthavnini hitti eg eisini Borgny, konuna hjá okkara mætasta núlivandi langfara, Trónda Paturssyni. Sjálvandi spurdi eg eftir Trónda og frætti at hann nú aftur lá fyri at fara á ferð á leiðini kring Sulawesi í eystara parti av Indonesia. Eg fekk at vita, at teir millum annað skuldu kanna hval.
Tankarnir leitaðu aftur til Siggert niðri í taskuni. Tað er ikki so langt frá monnum millum Siggert og Trónd. Kanska hevur Tróndur nýtt Siggert sum fyrimynd. Hann hevur uttan iva hoyrt um brøgdini hjá Siggert í Sibiria. Kanska Siggert er beinleiðis neistin, íð kyknaði í Tróndi mong ár seinni. Sær Siggert meg nú, her eg nú skrivi, meðan regnið oysir úti í slævnu tropunáttini, so kann eg heilsa honum, at Trondur hevur ikki gjørt sær fyri skommum í hansara fótasporum.
Lat meg skoyta upp í her, at tá eg var komin aftur til Singapore, hitti eg skiparan á »Thor Inger.« Teir vóru júst komnir aftur frá Sulawesi og har var gylt av smáhvali at síggja, fortaldi hann mær, tá eg greiddi frá Tróndi Paturssyni.
Á veg til Sibiriu
Dagurin er nú fleiri fleiri tímar eldri, tað skímir og stóra flogfarið hjá hálendska flogfelagnum, KLM, lættir úr Shipcol lufthavnini í Amsterdam. Leingi koyrir tað eftir breytini og tað kennist sum flogfarið næstan ikki orkar at lyfta sær á. Upp koma vit í øllum góðum, júst í tí løtu, tá sólin ger seg til at kava í vestri. Skjótt er myrkt og vit síggja ljósini frá bygdum og býum í Týsklandi. Skjótt gongur eisini eystureftir. Fjarstøðan millum lond í Europa minkar burtur í einki, tá tú hevur trettan tímar fyri framman í luftini. Eg siti og hyggi út eina løtu, meðan býirnir í neðra renna framvið. So leitar hondin niðurí taskuna eftir Siggerti.
Eg lesi eina løtu uttan at hugsa um hvar vit eru. Kenni ikki kósina. Lesi aftur drúgva stund og nú kveiti eg upp á skermin undir loftinum frammanfyri meg. Her sær tú eitt kort og kósin er sett. Vit halda leiðina yvir Polen og móti Hvítaruslandi. Eg síggi Kiev fyri framman og Moskva er eisini longur norðuri í ein landnyrðing. So gongur tíðin. Siggert læsir meg fæstan í bókini.
Eg havi fylgt honum úr Kirkjubø til Keypmannahavnar, til Svøríki, norður til sámarnar. Síðan hevur leiðin gingið til Sankta Pætursborg, til Moskva og leiðina eystur í Uralfjøllini til Jekarinburg. Hann helt leiðina fram norður í Ob víkina og eg fylgi við hansara spennandi lívi sum einbúgvi á eini oydnari oyggj í hesi vík, tá flogternurnar koma órógvandi við mati. Siggert helt fleiri mánaðar til á hesi oyggj, har hann veiddi, kannaði urtir og grøs
Ural og Jekarinburg
Nú dagar Uralfjallaketan fram á skerminum og knappliga eisini eitt býarnavn, sum eg beri kenslu á. Jekarinburg. Tað var júst her, at veruliga ferðin hjá Siggert byrjaði í Sibiria.
Eg hyggi út gjøgnum gluggan. Tað er stjørnuklárt, ikki eitt skýggj at síggja og mánin er frammi. Útsýnið er stórbært. Óteljandi stjørnur blinka til mín. Klárt er at hyggja út í rúmdina, her í 10 kilometrahædd, væl hægri enn hægsta fjall i heiminum. Heilt úti undir vaðingini niður móti jørðini gerst eitt sindur támut. Eg síggi kendar stjørnumyndir. Í neðra sæst velduga Sibiria liggja kavaklætt og spegla sær í mánalýsinum.
Bókin hjá Siggert fær ein heilt annan týdning her upp. Eg byrji at fata hesar óendaligu víddir og hví Siggert kendi seg so drignan at hesum at hann næstan ikki vildi koma heimaftur.
Onkunstaðni har norðuri liggur Jekarinburg. Nú er longur millum ljósini enn í Europa. Eg kenni meg einsamallan her uppi millum skurrandi hálendingar. Eg hugsi um Siggert, um kirkjubømannin. Man hann ikki hava kent seg einsamallan í hesum velduga landið. Man ikki dirvið hava svikið viðhvørt?
Úr Jekarinburg her helt Siggert leiðina við toki til Tjumen, og hagani við eini handilsslupp, hjá brøðrunum Wardropper, oman eftir Ob ánni, heilt út í Ob víkina, norður móti Íshavinum.
Góður frásøgumaður
Hálendska KLM flogfarið snarar í ein landsynning, meðan Siggert í mínum tonkum er á veg norður eftir OB ánni. Reint landafrøðiliga, so skiljast okkara vegir nú. Síðan eg sá Jekarinburg á skerminum í flogfarinum, havi eg kent meg nógv nærri Siggerti. Eg havi leitað aftur á síðurnar í bókini og mint meg á hendingarnar honum var fyri fyrsta partin av síni ferð í Vestursibiriu.
Sum rithøvundur er Siggert heilt framúr. Hann nýtir ikki nógv orð. Hann er knappur í frásøgustilinum og tað er ógvuliga sjálvdan, at hann keðir lesaran. Bókin er ikki meira enn knappar 400 síður, við rímuliga stórum stíli. Í bókini er fleiri tekningar, sum geva eina góða mynd av hvat Siggerti var fyri. Tá eg sigi, at bókin ikki er stór, so hugsi eg um, at aftanfyri bókina liggja hendingar frá eini seks ára langari ferð. Eg trúgvi, at Siggert hevur hugsað; »Lat meg ikki keða lesaran við ov drúgvum frásagnum.« So væl liggur fyri at skriva, at hann hevði kunna skrivað eitt heilt bókaverk um hesa ferð.
Vit nærkast nú Himmalaya og eg hugni mær óført við bókini. Siggert hevur góð eygleiðaraevnir. Hann leggir merki til teir smáu lutirnar. Fólkalívsmyndirnar eru knappar og neyvar, men tær siga nógv. Tað er fløvandi at kenna hitan og tokkan, hann hevur til tey ymisku fólkasløgini, hann hittir. Siggert ferðast í Sibiria bert fá ár eftir at Darwin hevði útgivið bókina um uppruna djóranna. Siggert er kristin maður og hann lýsir fólkini í Sibir við kristnum brillum. Ikki soleiðis, at hann beinleiðis sær nakra trongd vil at veiða menn í Sibiria, men tað einasta sum gevur honum andstygd á hesi longu ferð er heidna gudsdyrkanin. Hann hevur stóra virðing annars fyri mentanini hjá hesum fólkum og hann samanber eisini vestureftir. Hann vísir á, at øll menniskju kunnu læra av hvørjum øðrum.
Tá Siggert er komin norður í Ob víkina er ógvuliga lítið sjónligt eftir av manninum, sum ferðabúgvin fór úr Kirkjubø. Hann er latin í sum tey lokalu. Hann skilir russiskt og eisini nøkur orð av málinum hjá teimum ymisku fólkasløgunum. Hann er væl um sátt við tey flestu og hann dugir at fara við fólki. Væl liggur fyri at vinna sær vinir, sum kunnu verða hollir, tørvar honum hjálp. Hann er ein mætur maður í Sibiriu, skilt á tann hátt, at hann hevur virðing millum tey sum hava nakað at siga og hann hevur eisini virðing millum tann minni menta. Siggert var góður veiðumaður og fleiri ferðir ger hann veiðubrøgd, sum økja um hansara tygn millum mannað. Millum annað veiddi hann bjarnir. Slíkt kravdi dirvi
At lesa um hvussu hann spakuliga fer at dáma matin upprunafólkinum er áhugaverdur lesnaður. Hann dugir at síggja, at júst sum upprunafólki tilger matin, tað er besti hátturin.. 1000 ára royndir hava lært hesi fólk, hvussu tey skulu trivast og koma undan í villu oyðuni.
Vit eru nú komnir suður í stóra Gangesdalin í India. Her er líggjari og eg leggi troyttur bókina aftur í taskuna.
Áðrenn eg sovni sveima tankarnir eina løtu afturat um Siggert. Hann vóni eg at hitta einaferð. Eg havi so nógv at spyrja hann um.
Eg hugsi: »Hvussu ber tað til at eg ikki havi sæð ein stav í føroyskum skúlabókum um Siggert. Eg var vaksin maður, áðrenn eg hoyrdi fyrstu ferð um Siggert. Vit lærdu í skúlanum um øll møgulig fólk úti í heim, sum vit einki samband høvdu við. Hvørt mansbarn í Føroyum veit um missionerin Dr. Livingstone og Stanley. Siggert gjørdi eina ferð, sum var minst líka áhugaverd, fólkalívsfrøðiliga og landafrøðiliga. Kanska er forkláringin, at hann var okkum ikki nóg fremmandur.«
Tað er gleðiligt, at bókin um ferð Siggerts í Sibiria nú er týdd til føroyskt. Vónandi hevur hon eisini fingið pláss í skúlunum. Hon er eins spennandi lesnaður og allar tær kendu, sum longu eru týddar til føroyskt um teir ensku slóðbrótararnar, sum leitaðu nýtt land upp í farnum tíðum.
Leðurryggurin á bókini hjá Siggert sæst fram um tær óinnbundnu á reolvegginum, nú eg leggi seinastu hond á hesa grein. Hon hevur plágað meg seinastu dagarnar, ja, næstan kitlað í fingraspísjunum. Kanska ein dag standi eg í Ob víkini og njóti sama útsýnið sum Siggert fyri góðum 100 árum síðan og kanska tá vit hoyra upp aftur meira um landið hjá Siggert, Sibiria.
Nú lýsir. Heilt úti undir vaðingini standa Venus og Jupitet sum morgunstjørnum. Tær eru stórar í morgun og tær eru tær einastu sum enn ikki víkja fyri tí rísandi sólini. Hesa sjón man Siggert hava sæð mangarferðir undrandi.