Føroyska manslandsliðið var um vikuskiftið í Skotlandi, har teir leiktu tríggjar venjingardystir móti skotsku vertunum. Tvær teir seinastu ferðirnar, at føroysku menninir hava leikt móti skotum, hevur tað eydnast okkara monnum at vinna, men soleiðis var ikki hesaferð.
Bert spenningur í seinasta dystinum
Fyrsti dysturin á ferðini var leiktur fríggjadagin, og hann endaði við einum greiðum sigri til skotska liðið. Úrslitið var 3-0 til skotar, og settúrslitini vóru 25-20, 25-16 og 25-22. Altso ein rættuliga greiður sigur.
Føroyska liðið var ikki fullmannað til fyrsta dystin á ferðini, tí tveir av útisetunum, Steinar Eirikstoft og Johan Nielsen, ið báðir spæla í Danmark, komu ikki til Skotlands fyrr enn til næsta dystin.
Heldur ikki í næsta dystinum gekk nakað serligt hjá føroyska liðnum. Enn einaferð gjørdist úrslitið ein greiður 3-0 sigur til Skotland, og tað er neyvan nakað, ið føroysku leikararnir eru nøgdir við. Sum skilst koyrdi spælið hjá føroyska liðnum tó eitt sindur betur í næsta dystinum, enn tað hevði gjørt í fyrstu royndini á ferðini, og tað gjørdi, at vónirnar vóru eitt sindur betur undan seinasta dystinum á ferðini, sum bleiv leiktur sunnudagin. Settúrslitini í næsta dystinum vóru 25-23, 25-17 og 25-21.
Tann seinasti dysturin gjørdist eisini nógv tann mest spennandi dysturin av teimum trimum á ferðini, og neyðugt var at spæla fimm sett, áðrenn ein vinnari var funnin. Aftur hesaferð vóru tað skotar, sum vóru við yvirlutan, men munurin var lítil. Skotland vann dystin 3-2, eftir at føroyingar annars høvdu verið á odda 2-1 í settum. Settúrslitini hesaferð vóru 23-25, 25-21, 24-26, 25-23 og 15-7 - altso ein sera spennandi og tættur dystur við undantaki av seinasta og avgerandi settinum, har skotar høvdu greiðan yvirluta.
Harvið vunnu skotar allar tríggjar dystirnar móti Føroyum í Glasgow, og hóast hvørki Rúni Weihe og Suni Juul Petersen vóru við føroyska liðnum á Skotlands-ferðini hesaferð, so man lítið verða at ivast í, at føroysku leikararnir og venjarin neyvan eru nøgdir við úrslitini móti skotum. Føroyska ferðalagið kom aftur til Føroya mánadagin.