Ein trupul - men ikki ómøgulig - uppgáva bíðaði í dag føroyska talvlandsliðnum, sum í hesum døgum luttekur í OL í Dresden, Týsklandi. Dagsins mótstøðulið var Kosta Rika, sum er styrkismett sjey pláss hægri enn Føroyar. Mann til mann var Kosta Rika eisini væl hægri styrkismett enn Føroyar, og tað eydnaðist ikki nøkrum av teimum fýra føroysku telvarunum at vinna síni talv. Tveir teirra megnaðu tó javnleik, og hetta ber við sær, at Føroyar taptu dystin 1-3.
Føroyar, sum eru styrkismettar sum nummar 73, møta í morgin kl.14 Suðurafrika, sum er styrkismett nummar 24 pláss hægri enn Føroyar.
---------
Kosta Rika 3-1 Føroyar (styrkistal telvarans í klombrum)
Alejandro Ramirez (2533) ? Helgi Dam Ziska (2416) 1 : 0
Bernal Gonzalez (2432) ? Heini Olsen (2376) 1 : 0
Leonardo Valdes (2401) ? Martin Poulsen (2281) ½ : ½
Basante F. Hernandez (2247) ? Jóan H. Andreasen (2179) ½ : ½