Tarin er føroyska granni

Fjøran og vøkru brendu sjólitirnir hava givið okkum til íblástur til jólapyntið í ár. Tí bóðu vit tær báðar kreativu kvinnurnar, Astrid Andreasen, listakvinnu, og Brynhild Dalsgaard, blómuseljara, um at vísa okkum, hvussu vit kunnu brúka føroyskt sjógæti at pynta við á jólum – sum eitt ískoyti til innflutta granni.

Myndatekstir:

- Astrid Andreasen, listakvinna, er ein ordiliga jólanissa. Umframt at vera kreativa sálin handan vøkru gullflykrurnar hjá Postverkinum, er hon eisini upphavskvinnan til ársins jólamerki.


- Sig jól og tari við jólanissuna Astrid Andreasen og fáar dagar seinni finna vit hana í hugnaliga, men bumbaða, køkinum undir Glaðsheyggi.


- Í jólapyntinum, sum Astrid hevur gjørt fyri Rákið, hevur hon millum annað brúkt tara, goggur, fliður, igulker og skeljar. Sum teknari fyri Náttúrugripasavnið hevur Astrid Andreasen, um nakar, skil fyri dýrgripunum, sum eru at finna undir vatnskorpuni og framvið sjóvarstrondini.


- Fjørutrøllini hava latið seg í nissubúna. Maður Astrid er Bjørka Geyti, sum er annar av stigtakarunum til sjósavnið á Argjum. Hann er royndur kavari og hevur verið niðri á havsins botni eftir taranum, sum Astrid hevur brúkt. Tarin verður hongdur upp og turkaður væl, áðrenn hann verður brúktur. Til dømis í hjallinum.


- Hugflogið hevur ongin mørk, og tíbetur fylgjast evnini at finna uppá við evnunum at skapa.


---


Í blómuhandlinum Árstíðirnar, sum Brynhild Dalsgaard eigur, hava tey úr at gera til jóla. Dekoratiónina rópar Brynhild fyri “Føroysk jóladeko”. Hon hevur brúkt trý ymisk sløg av tara, umframt mosa, lyng, goggur og skeljar. Dekoratiónin er fest á leir og stendur á einum steini úr granitti.


---


Tarin

Havbotnurin kring Føroyar er summastaðni bjálvaður við einum skógi av reyðbrúnum og svørtum tarasløgum, sum toyggja seg fleiri metrar upp í sjógv.

Niðri í djúpinum dansar tarin tonglatango við sjóvarfallinum, og dandandi bendir hann seg upp móti vatnskorpuni, fyri at leska sær eina sólarglæmu