Tasty Hoyvík – ein forvitnislig matstova

Á adressuni Karlamagnusarbreyt 9 í Hoyvík liggur hugnaliga matstovan, Tasty Hoyvík.

 

Tað er Ben Manai, sum eigur og rekur matstovuna, og her starvast dagliga eini 3-4 fólk. Í desember í ár hevur Tasty Hoyvík havt opið í eitt ár.

 

Á matstovuni, sum er opin hvønn seinnapart og út á kvøldið, eru stívliga 40 sitipláss.

Ein stórur partur av virkseminum er “take away”, har fólk, sum bíleggja, taka matin við sær. 

 

Á heimasíðuni - www.tasty.fo - ber eisini til at bíleggja sær mat on-line, og matstovan koyrir fegin matin út í miðstaðarøkinum.

 

Ben Manai vísir á, at viðskiftafólk eisini kunnu bíleggja sær mat heim við uttan fyri upplatingartíðirnar annars.   

 

##med2##

 

Forvitnisligt úrval

Hyggja vit á heimasíðuna hjá Tasty Hoyvík, eru fleiri ymiskar steinovns pistur í matskránni, og her eru pitabreyð og marglætisburgarar.

 

Her er eisini forvitnislig høsnarungamatskrá, har høsnarungi fæst í ymiskum útgávum. 

 

- Í Tasty Hoyvík fært tú bæði høsnarungabringu, lær ella vong. Onkur vil hava meira krydd, og onkur vil hava minni, og viðskiftafólk fáa tað, tey ynskja sær.

 

Matstovueigarin vísir á, at tey eisini hava barnamatskrá og familjutilboð sum part av konseptinum.

 

- Vit hava ymiskt, sum onnur ikki hava. Fólk eru hjartaliga vælkomin at vitja okkum og royna tað, sum vit bjóða her uppi á Karlamagnusarbreyt, sigur hann.

 

##med3##

 

Opið allar dagar

Vanligar dagar hevur Tasty Hoyvík opið frá klokkan 16 til 22.30, tó sunnudag til klokkan 22, men fríggjadag og leygardag er opið til klokkan 23. 

- Umframt at fólk eru vælkomin á gátt í Hoyvík, eru tey eisini vælkomin at vitja okkara heimasíðu og okkara Facebook-vanga - eisini við navninum Tasty Hoyvík, sigur Ben Manai.

 

##med4##

 

##med5##

 

Á matstovuni, sum er opin hvønn seinnapart og út á kvøldið, eru stívliga 40 sitipláss.

Tasty Hoyvík hevur fleiri ymiskar steinovns pistur í matskránni, har hvør er betur enn onnur.