Gulllaksavirkið P/F Tavan í Leirvík hevði góðar 10 milliónir krónur í avlopi í fjør áðrenn skatt. Hetta er ein framgongd á slakar 2 milliónir krónur í mun til árið fyri. Tað skrivar Business Line, www.bl.fo
Rakstrarúrslitið áðrenn avskrivingar gjørdist eitt avlop á 12,7 milliónir krónur sammett við 10,2 milliónir krónur árið fyri. Samlaðu avskrivingarnar vóru 0,8 milliónir krónur, og samlaði fíggjarkostnaðurin í samtakinum var 1,7 milliónir krónur.
Úrslitið áðrenn skatt gjørdist 10,1 milliónir krónur, ið gjørdist heldur betri enn leiðslan metti frammanundan.
Fíggjarjavnin hjá móðurfelagnum javnvigar við 53 milliónir krónur. Eginpeningurin við árslok var 40,5 milliónir krónur ella umleið 76 prosent av javnanum.
Starvsfólktalið hjá Tavuni var í fjør 65
P/F Tavan var á vinnudegnum kosið ársins virki 2010.
Sí P/F Tavuna í vinnuskránni BL.FO VIÐ AT TRÝSTA HER