Tavan hevur keypt 400 tons av brislingi higartil í vetur

- Hetta er ein lítil vinna, men hetta er gott aftrat, sigur Joen Magnus Rasmussen, stjóri í Tavuni í Leirvík.

 

Høvuðsgrundarlagið undir Tavuni í Leirvík er gulllaksur, og soleiðis hevur tað verið heilt síðan byrjan í nítiárunum. Gulllaksur verður veiddur í tíðini frá apríl til august/ september.

 

Um veturin hevur virkið í Leirvík serliga fingist við upsa, men seinnu árini hevur Tavan arbeitt bæði sild, makrel og brisling í vetrarmánaðunum.  Í vetur hava tey serliga arbeitt makrel og brisling. 

 

Joen Magnus Rasmussen, stjóri, sigur, at brislingur serliga verður veiddur í november, desember, januar og februar. Fiskurin verður veiddur inni á firðum og sundum.

- Higartil í vetur hava vit keypt og kryddað umleið 400 tons av brislingi, sum vit serliga hava keypt frá lítla nótabátinum, Katrini í Søldarfirði.

Stjórin vísir á, at brislingurin hevur verið hampiliga stórur í vetur, og hetta er neyðugt fyri at kunna krydda fiskin. - Soleiðis hava vit eisini kunna kryddað ein størri part av veiðini í ár enn onkur undanfarin ár.

Joen Magnus Rasmussen sigur, at ymiskt er frá ári til ár, hvussu fiskurin er til støddar. Brislingurin verður kryddaður heilur, har hann fyrst stendur í eitt samdøgur í kryddi. Síðan verður hann latin í sterkan saltlaka.

 

Tað mesta av tí, sum Tavan kryddar, fer til Svøríkis, har fiskurin verður skorin til flak og síðan niðursjóðaður. Brislingur er smáur fiskur, og tá fiskurin hevur hampiliga góða stødd, fara einir 40 til 50 fiskar til hvørt kilo.

- Vit kunnu ikki siga, at framleiðslan er á royndarstigi, tí vit hava arbeitt við brislingi í nøkur ár. Hetta er ein lítil vinna á Tavuni, men hetta er gott aftrat, sigur hann.

Stjórin í Tavuni leggur aftrat, at nú vit nærkast gýting, fer Tavan eisini at keypa rogn, toska-og upsarogn, sum virkið hevur keypt í nøkur ár.