Á Tavuni í Leirvík eru tey liðug við gulllaksin fyri hesa vertíðina. Virkið keypti fyrstu lastina tíðliga í apríl, og tá umleið ein vika var farin av september, var vertíðin liðug.
Jóan Magnus Rasmussen sigur, at málið hjá virkinum í ár var at røkka teimum 10.000 tonsunum, og tá saman um kom, gjørdist samlaða nøgdin 9.500 tons.
Hann sigur, at virkið burtur av hevur keypt gulllaksin hjá Polarhavi, Stjørnuni, Eysturbúgvanum og Vesturbúgvanum.
- Haraftrat hava vit keypt nakrar lastir hjá Vestmenningi og Fram, leggur hann aftrat.
Tavan í Leirvík arbeiðir upsa í vetrarhálvuni, og Vesturbúgvin hevur landað fyrstu lastina til virkið.
- Hetta var ein minni nøgd av upsa, men nú er so gongd komin á upsaframleiðsluna eisini.
Jóan Magnus Rasmussen væntar, at tað fer at vera trupult at fáa fatur á upsa í vetrarhálvuni, tí veiðan hevur ikki roynst nakað serligt, og nógvir keyparar eru um boðið.
- Onnur ár hava vit sett nøsina upp ímóti 2.000 tonsum av upsa, og skal hetta eydnast í vetrarhálvuni hesaferð, skal fiskiskapurin hjá ísfiskatrolarunum helst roynast, sigur hann.