? Vit ætla at keypa gulllaksin hjá fýra partrolarum í hesi vertíðini, sigur Jóan Magnus Rasmussen, stjóri í Tavuni í Leirvík. Fleiri skip hava skift eigara í vetur, og millum hesi eru ísfiskatrolararnir, Polarhav og Stjørnan, sum hava verið høvuðsgrundarlagið undir gulllaksinum hjá Tavuni í Leirvík.
Hesi skipini, sum øll árini hava verið heimahoyrandi í Leirvík, eru nú heimahoyrandi í Klaksvík. Líkt er tó ikki til, at hetta fer at ávirka ráfiskagrundarlagið undir Tavuni í gulllaksavertíðini, sum júst er byrjað.
Men tað eru ikki bara Polarhav og Stjørnan, sum hava skift eigara og nú eru heimahoyrandi norðanfyri Leirvíksfjørð. Tá skipini vórðu seld fyrr í ár, seldi Osmund Justinussen eisini sín part í Tavuni, sum var 25%.
Tað var Norðoya Íløgufelag, sum keypti bæði skipini og partin hjá Osmundi í Tavuni.
Nú eigaraviðurskiftini hjá skipunum vóru broytt, eins og norðoyingar høvdu ognað sær ein fjórðing av partapeninginum í Tavuni, kundi ivi tikið seg upp um, hvussu virksemið í Leirvík nú fer at verða rikið víðari.
Hanus Hansen og JFK Trol hava síni áhugamál í Faroe Pelagic í Kollafirði, sum eisini keypir gulllaks í vertíðini.
Einki bendir tó á, at nøkur broyting verður hjá Tavuni í ár ? í øllum førum ikki, um tað verður, soleiðis sum stjórin, Jóan Magnus Rasmussen, ætlar.
Hann sigur, at Tavan keypti fyrstu lastina av gulllaksi í ár hin 4. apríl. Hetta var fiskur, sum Eysturbúgvin og Vesturbúgvin høvdu fingið.
- Vit fara at miðja eftir at keypa gulllaksin hjá tveimum pørum ? ella fýra skipum - í hesi vertíðini.
Stjórin sigur, at felagið fer at leggja seg eftir fiskinum hjá Polarhavi og Stjørnuni ? og fiskinum hjá Eysturbúgvanum og Vesturbúgvanum.
Onnur ár hevur tað verið soleiðis, at Tavan serliga hevur keypt fiskin hjá Polarhavi og Stjørnuni ? og fiskin hjá Eysturbúgvanum.
Virkið hevur ikki framleiðsluorku til at keypa gulllaksin hjá øllum seks skipunum, sum eru á gulllaksaveiði í vertíðini. Tí hava Vestmenningur og Fram onnur ár verið noyddir at selja ein part av veiðini uttanlands, men síðan Faroe Pelagic í Kollafirði fór undir sítt virksemi við ársenda í 2009, hava skipini lagt flestu lastirnar upp í Kollafirði.
Jóan Magnus Rasmussen, stjóri í Tavuni, sigur, at tey hava ongar broytingar merkt, síðan eigaraviðurskiftini hjá Tavuni, eins og hjá ísfiskatrolarunum, Polarhavi og Stjørnuni, eru broytt.
Í vertíðini hava eini 60 fólk úr at gera á gulllaksavirkinum í Leirvík.