Elizabeth Taylor og Michael Jackson vóru góðir vinir og høvdu tætt samband. Nú verður Taylor jarðað á sama kirkjugarði sum Jackson. Hon fylgdi Michael Jackson, tá hann varð jarðaður, og nú verður hon jarðað á sama kirkjugarði, har fleiri kend fólk eru grivin.
Michael Jackson doyði hin 25. juni í 2009, og mikudagin doyði Elisabeth Taylor, 79 ára gomul.
Sambært heimasíðuni TMZ verða umleið 50 fólk til eina sokallaða privata jarðarferð í Forest Lawn í Glendale í Kalifornia.
Her liggja eisini stjørnur sum eitt nú Clark Gable, Jean Harlow, W.C. Fields, Red Skelton, Gracie Allen, Walt Disney og Nat King Cole jarðaðar.
Tíðindastovan AP skrivar, at nógv tíðindafólk eru møtt til jarðarferðina, eins og tyrlur frá ymiskum sjónvarpsrásum hanga yvir Forest Lawn í Glendale.