TB einsamalt á toppinum

07 Vestur megnaði ikki meiri enn 2-2 á útivølli ímóti NSÍ, og KÍ vann trivaligan sigur á Norðoyastevnu

TB er einsamalt topplið í næstbestu deildini. Tvøramenn vóru hesa ferð á Argjum. Tað tók sína tíð, áðrenn teir fingu hol á, men eftir at Joseph Bassene eftir ein tíma hevði skorað fyrsta málið var eingin ivi. TB vann 3-0. Nú er fjarstøðan niður til 07 Vestur fýra stig, og tað er meiri, enn vágamenn kunnu vinna í dystinum teir, sammett við TB, eiga til góða.

Hesa ferð vitjaði 07 Vestur í Runavík, har tað enn eina ferð ikki gekk eftir vild ímóti einum av botnliðunum. Í 2. hálvleiki royndu gestirnir at leggja trýst á fyri at vinna fulla úrtøku, men tað spurdist einki burturúr.

Á Norðoyastevnu gekk tað betri hjá KÍ, sum vann 4-0 á FC Hoyvík. 2. hálvleikur, tá ið øll málini vórðu skorað, kundi bent á, at tað kann fara at ganga rætta vegin hjá klaksvíkingum, sum nú hava vunnið tríggjar ferðir á rað. Nú er KÍ bara eitt stig frá uppflytingarplássi. Hóast talan var um stóran sigur, so er tað ein partur av søguni, at tað var ikki fyrrenn at FC Hoyvík hevði mist ein mann, at tað glapp hjá KÍ, sum síðsta korterið skoraði trý mál.
FC Hoyvík hevur fingið tvey stig burtur úr fimm teimum seinastu umførunum.

Brian Olsen og Bjarni Jørgensen skoraðu málini í 2-0 sigrinum hjá EB/Streymi ímóti HB.
Eftir 1-0 tap á heimavølli ímóti Víkingi eiga toftamenn framvegis fyrsta sigurin til góða. Longu eftir 20 minuttir varð B68 undirmannað.