Tað verður spennandi at síggja hvussu oddsini vera hjá altjóða veddingarfyritøkunum til komandi dystin hjá TB.
Farna mikudag var HB risastórur favorittur til at vinna á TB við Stórá í Trongisvági. Hægstu oddsini upp á HB-sigur vóru bara 1,09.
TB knógvaði ein 0-0 javnleik heim í dystinum. Lægstu oddsini upp á javnleik vóru 8,50.
##med2##
Ígjár var 07 Vestur greiður favorittur móti TB við Stórá. Hægstu oddsini upp á sigur til 07 Vestur vóru 1,43.
TB vann dystin 2-1. Lægstu oddsini upp á TB-sigur vóru 5,50.
##med3##
Leygardagin tekur TB móti B68 í kappingini um løgmanssteypið. Spennandi verður at síggja hvussu nógv veddingarfyritøkurnar hava flutt seg, tá tað kemur til favorittstøðuna hjá mótstøðuliðnum hjá TB.