TB er stórfavorittur

Tað hevur gingist nakað striltið hjá flogbóltskvinnunum av Tvøroyri seinastu umførini, men sunnudagin eru tær at rokna sum stórfavorittar. Mjølnir kemur á vitjan í Trongisvági, og soleiðis sum úrslitini hjá Mjølni hava verið í ár, so er lítil ivi um, at hetta er ein dystur, sum TB skal vinna. Og enn er munurin upp til heiðursmerkini somikið lítil, og TB við einum sigri framvegis er væl við í tí stríðnum.