TB fekk fult í tættari uppgerð

Næstbesta NSÍ liðið er á veg til hús við 4-2 tapi eftir vitjan á Sevmýri. Síðstu løtuna stríddist NSÍ fyri at javna, men so svaraði TB aftur, tá ið Gilli Sørensen skoraði til 4-2.

Í 1. hálvleiki bendi einki á, at spenningur skuldi verða um, hvar stigini skuldu enda, tí tá ið teir fóru at hvíla seg, var støðan 3-0. Málskjúttar í 1. hálvleiki vóru Petur Mortensen, Allan Smedemark og Jón Magnusson.

TB liðið spældi væl, men kanska kom fjáltur á ungu heimamenningar, tá ið NSÍ hevði skorað tvær ferðir. Málskjúttar vóru Kenneth Johannesen og Dánial Hansen.

Men so var tað, at Gilli Sørensen skoraði til 4-2 og harvið staðfesti heimasigurin.