TB hevur nýggjar spælarar at velja í millum

TB hevur nýggjan áleypara og nýggja miðvallara at velja í millum, umframt at Rógvi Joensen er tøkur aftur

Í dag verður ein dystur í 16. umfari í Betri deildini hjá monnum. Hann er millum TB og EB/Streymi og verður við Stórá klokkan 15. In.fo hevur beinleiðis frásøgn frá dystinum. Tríggir dystir í 16. umfari vóru í miðvikuni, og tann fimti dysturin – Skála-B36 – bleiv útsettur vegna koronu.

Les eisini: Nú er uppgávan hjá Jákupi Martin stór 

Tað er nógvar broytingar í hópinum hjá heimaliðnum undan týdningarmikla dystinum móti EB/Streymi. Samudeen Musah hevur leikbann, meðan John Villi Leo og Teitur Olsen eru farnir av landinum fyri hetta kappingarárið. Hinvegin, so telur tilgongdin tríggjar spælarar. Serbiski áleyparin, Filip Obadovic, er nú komin til landið og er tøkur at spæla, eftir at hava skift til TB fyrr í summar.

Les eisini: Tilgongd við Stórá

Ndende Adama Guéye sat yvir móti B36 við leikbanni. Hann er nú eisini tøkur saman við Rógva Joensen. Hann hevur sitið yvir síðani á ólavsøku við einum skaða í rygginum. Eisini er Heine Mortensen komin heimaftur til TB. Hann er undir læknaútbúgving og skal í praktik í Føroyum komandi tíðina.

##med2##

Danski miðvallarin, Mark Kongstedt, sum hevur gjørt sáttmála fyri komadi hálva annað árið, er ikki komin til landið enn. Hann verður væntandi við Stórá fyrst í komandi viku. TB hevur víst tekin um framgongd í spæli, men enn er tað bara tann eini sigurin á Skála. Dómari verður Kári á Høvdanum.

 ##med3##

Betri deildin 16. umfar:

Týsdagin 11. august:

KÍ-ÍF 6-0

Mikudagin 12. august:

HB-AB 11-0

NSÍ-Víkingur 1-2

B36-Skála (Útsettur)

Sunnudagin 16. august:

TB-EB/Streymur (15.00)