LÍF-TB 1-1 (0-0)
Tvørámenn kundu bæði vera nøgdir og ikki nøgdir, tá teir seinnapartin leygardagin fóru úr Leirvík. Tá teir komu norður, høvdu teir ætlað sær øll stigini fyri harvið at varðveita greiða anað plássið í deildini. Undir dystinum vóru teir fyri tað mesta kroystir aftur á egna hálvu, og harvið áttu teir kanska at verið nøgdir við málleysan javnleik.
Tá tað restaðu tíggju minuttir fingu teir eitt mál so at siga burtur úr ongum, og so lá tað til, at teir skuldu fáa øll stigini. Støðan helt sær bara tríggjar minuttir. So helt dómarin ? hann hevði ikki serliga breiða undirtøku fyri sínum sjónarmiði á og kring vøllin ? at beinini vórðu krøkt undan Jonhardi Høgnesen, tá hann mitt fyri málinum var komin inn í brotsteigin. Tomek Resel javnaði við brotssparkinum, og so komu ikki fleiri mál.
At LÍF ikki megnaði at fáa fulla úrtøku setti ljóskastaran enn eina ferð á stóra trupulleikan, sum teir í ár hava havt við at umseta møguleikarnar til mál. Heimaliðið hevði bóltin nógv meiri, og teir vóru serliga vandamiklir seinnapartin av 2. hálvleiki. Mitt í 2. hálvleiki kom Kristian í Vági á vøllin, og tá kom nógv meiri tyngd í álopspartin hjá LÍF. Kristian hevur ikki spælt síðani summarsteðgin, tí hann hevur verið í Danmark í skúla.
Petur Sjúrðarberg var í álopinum frá fyrsta bríksli. Mitt í 1. hálvleiki fekk hann ein løst í beinið. Hann var á vøllinum inntil mitt í 2. hálvleiki, men tað var týðuligt, at hann var darvaður av skaðanum. Tá Kristian í Vági loysti hann av, hevði LÍF fleiri møguleikar. Teir báðir størstu vóru eftir uppspæl í vinstru og innlegg í brotsteigin.
Í fyrra førinum varð skotið hjá Jonhardi Høgnesen úr málteigarhorninum í høgru blokerað út til horna. Hin møguleikin var uppaftur størri. Kristian í Vági var bara átta metrar úr málinum og mitt fyri, tá hann valdi at temja flatt innlegg. Men ólukkutíð fyri leirvíkingar fekk ein verjuspælari akkurát tonna á, so bólturin fór omanfyri málið hjá Magna Hentze.
Signar Skaalum, sum er hvalbingur og búsitiandi á Tvøroyri ? hann hevur áður spælt við Royn ? skoraði TB málið. Verjukendi miðvallarin sendi úr átjan metrum flatt framvið Trygva Olsen, eftir at TB hevði havt innkast í vinstru.
Tað var týðuligt, at TB restaði fleiri av føstu monnunum. Eyðun Gullok Svalbard og Birgir Jørgensen vóru báðir leikbannaðir, og harvið var tyngdin í álopinum burtur. At fyrsti álopsmaðurin, Dan Mortensen, breyt beinið beint undan summarsteðginum, og at verjuspælarin Magni Petersen hevur trupulleikar við ælboganum ger ikki støðuna betri hjá TB, sum skal stríðast fyri at varðveita næstfremsta plássið.
Leirvíkingar tykjast sleppa undan beinleiðis niðurflyting, men um teir skulu fáa nógv stig afturat, so skulu teir fáa mál viðhvørt, tá teir spæla seg til møguleikar.
LÍF?TB 1?1 (0?0)
0?1: Signar Skaalum 80.
1?1: Tomek Resel 83.