TB og SÍ spælt seg í steypafinaluna

Um vikuskiftið var árliga Com-Data kappingin hjá Mjølnir leikt, og tá gjørdist greitt, at kvinnurnar hjá TB og menninir hjá SÍ aftur í ár hava spælt seg í steypafinaluna.

Nú er greitt, hvørji lið skulu hittast í steypafinalunum í flogbólti, sum verða leiktar í ítróttarhøllini á Hálsi leygardagin 12. februar. Fyrr í heyst gjørdist greitt, at bæði kvinnurnar og menninir hjá Mjølnir vóru annar parturin í finalunum báðum. Hetta var staðfest, tá ið hesi bæði lið vunnu árligu FK-kappingina, sum Fleyr skipar fyri í Havn.

TB skal verja borg
Um vikuskiftið var so kappast í Klaksvík, og sunnudagin vóru finalurnar á skránni. Í meistaradeildini hjá kvinnum spældu vertirnir úr Mjølnir seg í finaluna, har mótstøðuliðið var TB. Hetta eru eisini tey bæði fremstu liðini í landskappingini, og av tí at Mjølnir longu hevði tryggjað sær annan sessin í steypafinaluni, var longu undan finaluni í Klaksvík sunnudagin greitt, at TB átti hin sessin.
Tað vóru gestirnir av Tvøroyri, sum fóru avstað við sigrinum í Klaksvík sunnudagin, tá ið tær vunnu finaluna 3-1 í settum. Settúrslitini vóru 11-25, 25-20, 25-23 og 25-9 til TB, sum sostatt kanska kann sigast at hava sálarligu yvirvágina undan steypafinaluni í næsta mánað.
TB var eisini annað liðið í finaluni í fjør, tá ið mótstøðuliðið var Dráttur úr Sandavági. Tá vunnu tvørákvinnur steypið, og í ár skulu tær so verja borg móti føroyameistarunum úr Mjølnir.

Nýggjur vinnari hjá monnunum
Undan steypafinaluni hjá monnum er í hvussu so er greitt, at vit í ár fáa ein nýggjan steypavinnara. Í fjør vóru tað fuglfirðingar, sum fóru avstað við steypinum, men teir verða ikki annar parturin í finaluni í ár.
Tað var tó annars nær við, at ÍF, sum ikki tykist hava somu styrki í ár sum í fjør, eitt sindur óvæntað spældi seg í finaluna í ár, tí teir megnaðu at spæla seg í finaluna í Klaksvík sunnudagin, har teir tó noyddust at lúta fyri sørvingum, sum vunnu 3-0. Settúrslitini vóru 25-12, 25-22 og 25-15.
SÍ var eisini í steypafinaluni í fjør, men tá taptu teir ein spennandi dyst móti fuglfirðingum í einari fullsettari høll á Hálsi.
Í ár verður mótstøðuliðið hjá SÍ í finaluni so Mjølnir, men tað ger neyvan uppgávuna lættari, tí Mjølnir eru verjandi føroyameistarar og eisini eitt av oddaliðunum í landskappingini saman við sørvingum.