TB og Undri komin víðari

TB vann stórsigur á NÍF og skal skírisdag á heimavølli taka ímóti B36 í kappingini um Løgmanssteypið. Eisini Undri vann seg víðari við sigri á Royn og skal spæla ímóti FC Hoyvík

TB, sum í fjør hevði eitt skuffandi landskappingarár og bert fekk eitt fjórðapláss, fekk leygardagin eina frálíka byrjan í steypakappingini í ár, tá liðið á heimavølli í innleiðandi umfarinum vann heili 6-0 á NÍF, sum er felagið hjá nólsoyingum.

Gilli Sørensen, sum er komin heimaftur úr Aberdeen, stóð fyri tveimum av málunum, harav hann skoraði málið, sum gav hálvleiksleiðsluna 1-0. Í seinna hálvleiki sluppu Tórður Mortensen, Gunnleif Olsen, Jan Smedemark og Heini Mortensen upp í part, áðrenn Gilli skoraði til endaliga úrslitið, 6-0.

Sigurin merkir, at TB skírisdag á heimavølli tekur ímóti B36 í fyrsta umfari.

 

Undri basti Royn

Eisini Undri FF, sum er nýtt lið í triðbestu mansdeildini í ár, fekk ein sigur í innleiðandi umfarinum í steypakappingini, tá tað í Hvalba eydnaðist at basa Royn.

Undri vann dystin 2-1 og var eisini á odda 2-0 í hálvleikinum. Málskjúttar vóru Hanus Rasmussen og Christian Vilhelm Jacobsen, men hóast Royn, sum nú aftur hevur eitt manslið við í kappingini, í seinna hálvleiki svaraði aftur við máli frá Jóhannes Jespersen, rakk tað bert til at pynta um úrslitið.

Í fyrsta umfari í kappingini um Løgmanssteypið skal Undri FF, sum er eitt av nýggjaru feløgunum, møta einum spildurnýggjum felag, FC Hoyvík, ið somuleiðis er heimahoyrandi í høvuðsstaðarumráðnum.

 

MB og Skála í kvøld

Ein triði dystur í innleiðandi umfarinum skuldi eisini havt verið í Miðvági millum MB og Skála, men á vøllinum í Miðvág lá so nógvur kavi, at dysturin kundi ikki spælast. Tí var hann útsettur og er settur at verða í kvøld klokkan 18.

Eisini var ætlanin, at landskappingin í 1. deild hjá kvinnum skuldi byrja leygardagin, men har blivu allir tríggir dystirnir avlýstir. Ikki er greitt, nær dystirnir – KÍ-EB/Streymur, AB/Skála og Víkingur-B68/NSÍ verða spældir.