TB setti vongskerda GÍ upp á pláss

Gøtumenn megnaðu einki at gera við tøttu TB verjuna, og tað hevði týdning fyri gongdina, at TB fekk fulla úrtøku, tá ið teir fyrstu ferð fingu møguleikan

TB-GÍ

Tað gongur strúkandi hjá TB. Í vikuni, sum fór ella neyvari 13. mai, fylti elsta bóltfelagið í landinum 113 ár. Tað feiraðu teir við manér. Mikukvøldið 11. mai tryggjaðu teir sær trý stig í Vági, og 2. hvítusunnudag 16. mai fingu teir aftur fulla úrtøku, tá ið botnliðið úr Gøtu var á Sevmýri.
Einki bendi fyrsta korterið á, at GÍ er botnlið. Teir høvdu fríska lotið undan, og teir løgdu væl fyri. Hvussu tað hevði havt hilnast, um Súni Olsen, sum aftur hesa ferð var framrættaður miðvallari aftanfyri Krzystof Popczynski, ið var einsamallur á toppinum, hevði havt lagt GÍ framum, tá ið hann gjørdist einsamallur á toppinum, ber tað bara til at ímynda sær. Men tað eydnaðist heldur ikki hesa ferð ársins spælara í fjør, sum ikki hevur havt somu eydnu við málskjótingini í ár, at fáa mál. Predrag Markovic staðfesti enn eina ferð, at hann er góður fongur hjá TB. Harvið bar tað framvegis TB til fyrst og fremst at dúva upp á verjupartin.
Tá ið fyrsta korterið var farið, linkaði GÍ trýstið eitt sindur, og tá ið TB fekk fulla úrtøku burturúr fyrsta málmøguleikanum, sum teir høvdu, var tað sum vátur vøttur frammaná hjá gøtumonnum, sum sjálvsagt vóru serliga móttakiligir fyri brotasjógvum, tí teir í teimum átta umførunum frammanundan hava verið so illa tøssaðir.
Miðvallarin í høgru, Einar Petersen, legði frísparkssending í brotsteigin og eftir eitt sindur av afturi og fram var tað Óli Johannesen, sum smekkaði bóltin í málið aftanfyri Marcel Dawid, sum nú tykist skula fáa orduliga kapping frá Meinhardti Joensen, sum var á GÍ beinkinum.
TB dúvaði enn eina ferð upp á stinnu aftastu ketuna. Gøtumenn høvdu ógvuliga ilt við at bróta ígjøgnum. Á sentrala miðvøllinum hjá TB arbeiddu Bárður Dimon og Birgir Rasmussen væl, og í borðunum fingu teir góða hjálp frá Einari Petersen og Búa Mortensen.
Í framrættaða partinum var TB betri fyri hesa ferð, enn teir hava verið undanfarnu ferðirnar, tá ið tað hevur eydnast teimum at fáa úrtøku, hóast teir ikki hava havt nakað serligt av álopsspæli. At tað hilnaðist betri hesa ferð mundu tað vera tvær orsøkir til. Onnur er tann, at ungu og óroyndu spælararnir fáa alt størri sjálvsálit, nú tað er farið at ganga væl hjá TB. Hin orsøkin er tann, at mótstøðuliðið hesa ferð megnaði ikki at seta tað trýstið á tvørámenn, sum onkur av hinum liðunum hava megnað at gera.
GÍ er langt frá gamlari styrki. Sámal Joensen er so mikið illa fyri, at tað ber honum ikki til at spæla. Magni Jarnskor varð nýttur seinna minna helmingin av seinna umfarinum, uttan at GÍ kom afturíaftur. Gøtumenn royna og royndu at stríðast, men teir vóru ikki nóg stinnir í framrættaða partinum, og í verjuni tóktust teir ikki serliga sannførandi.
Mótbrekkan hjá GÍ gjørdist uppaftur tyngri ímóti vindinum, tá ið seinna umfarið var sjey minuttir gamalt. Vongverjin í vinstru hjá TB, Jón Johannesen, legði fram til rættuliga væl upplagda álopsspælaran Olivur Abrahamsen, sum slapp frá GÍ verjuni og lyfti upp um Marcel Dawid og í kassan. Tá hevði Olivur frammanundan havt onkran góðan møguleika, og hann hevði fleiri enn henda eina, sum hann nýtti at økja um heimaleiðsluna til 2-0.
Í 89. minutti staðfesti innskifti Allan Poulsen stórsigurin, og harvið hevur TB vunnið tvær ferðir í hesum kappingarárinum 3-0 á heimavølli. Fyrra ferðin var, tá ið teir høvdu vitjan av EB/Streymi.
Hjá gøtumonnum veit illa við. Úrsitini eru soltin, og hóast lagið hevur verið og framvegis tykist vera gott, so kemst tað ikki uttanum, at sjálvsálitið minkar, og at mótbrekkan kennist serliga tung, tá ið tapið er so mikið dygt móti teimum, sum tað frammanundan kappingarbyrjan varð roknað við skuldu verða teir, ið fóru at hava størsta stríðið fyri at sleppa undan niðurflytingini.
Undan vitjanini í Vági hevur GÍ spælt tríggjar landskappingardystir á tamb, uttan at tað hevur eydnast at fáa mál! Tað er undirstriking av, at áður so høgt flúgvandi gøtumenninir av álvara eru skerdir - bæði í álopinum og í verjuni, sum í trimum teimum seinastu umførunum hevur latið seks mál fara ígjøgnum.