TB skal hava nýggjan venjara

Nógv bendir á, at dysturin leygardagin verður tann seinasti hjá Páll H. Guðlaugsson í TB

Tað er nógv ið bendir á, at TB skal hava nýggjan venjara til komandi kappingarár.

 

Sambært keldum hjá Miðlahúsinum verður dysturin hjá TB móti Víkingi leygardagin, tann seinasti dysturin, har Páll H. Guðlaugsson stendur á odda fyri liðnum hjá TB.

 

Páll H. Guðlaugsson hevur upprunaliga annars sáttmála við TB fyri komandi kappingarár eisini. Men sambært keldunum hjá Miðlahúsinum steðgar tað samstarvið eftir hetta kappingarárið.

 

In.fo vendi sær fyrr í kvøld til Fróða Olsen, formann í TB, og spurdi um TB skuldi hava nýggjan venjara til komandi kappingarár. Stutta svarið frá formanninum í TB var, at tað hevði hann onga viðmerking til.

Hann hevði samstundis heldur onga viðmerking til, at dysturin leygardagin fór at vera tann seinasti hjá Páll H. Guðlaugsson sum venjara hjá TB.

 

Páll H. Guðlaugsson hevur verið venjari hjá TB síðani á sumri í 2013.