TB tveir nýggjar leikarar

Tvøroyrar Bóltfelag hevur í dag skrivað sáttmála við tveir íslendskar leikarar.

TB brynjar seg til kappingarárið í Effodeildini. Felagið boðar í dag frá, at sáttmáli er gjørdur við tveir íslendskar spælarar, sum hava royndarvant við liðnum seinastu tíðina.


22 ára gamli Reynir Magnusson er vongleikari, meðan 28 ára gamli Andri Freyr Björnsson kann nýtast í miðverjuni og á miðvøllinum, skrivar heimasíðan hjá TB.


Herfyri gjørdi TB eisini sáttmála við Heina Mortensen, sum er uppaldur í felagnum og verður við aftur í ár eftir at hava verið í Danmark í lestrarørindum.