Útbjóðing dregur út

Ætlandi skuldi útbjóðingartilfar til jørðarbeiði í sambandi við ítróttarhøll á Sandi útflýggjast hin 13. september, eins og ástaðarfundur skuldi verða Inni í Dal hin 16. september. Men enn er einki tilfar útflýggjað, og ástaðarfundurin er útsettur

SEINKING

Tað var hin 9. september, at Landsverk bjóðaði út í almennari lisitatión jørðarbeiði í sambandi við bygging av ítróttarhøll Inni í Dal á Sandi.
Sambært tíðarætlanini í lýsingini skuldu arbeiðstakarar, sum ætlaðu sær at bjóða upp á hendan partin av verkætlanini, fáa tilfar útflýggjað hin 13. september, eins og ástaðarfundur síðan skuldi verða á økinum, har høllin skal byggjast, tríggjar dagar seinni – ella hin 16. september.
Í lýsingini varð eisini sagt, at tilboð skuldu verða Landsverki í hendi í seinasta lagi hin 27. september, tá lisitatión skuldi verða á stovninum yvir innkomin boð.

Alt útsett
Arbeiðstakari, sum Sosialurin hevur tosað við, hevur í vikuskiftinum gjørt okkum varug við, at tíðarætlanin hjá Landsverki í sambandi við hesa útbjóðing ikki hevur hildið.
- Einki tilfar er útflýggjað, og eingin ástaðarfundur hevur verið. Í meyli havi eg fingið at vitað, at tilfarið til útbjóðing ikki verður latið enn, eins og ástaðarfundurin fyribils er avlýstur, sigur hann.
Sum skilst, snýr ein ástaðarfundur seg eitt nú um treytirnar, sum fylgja arbeiðnum, ið gerast skal.
- Her fáa arbeiðstakarar, sum ætla sær at bjóða, at vita, hvussu lendið skal síggja út, tá tað er liðugt, eins og kunnað verður um, hvar eitt nú tilfarið, sum kemur frá útgrevstri og spreinging, skal koyrast. Fyrr enn slíkur fundur hevur verið, er ógjørligt at siga, hvat arbeiði kann gerast fyri.
Arbeiðstakarin, sum Sosialurin hevur tosað við, heldur, at sjálvt arbeiði, sum Landsverk í hesum førinum hevur bjóðað út, kann gerast fyri stívliga eina miljón krónur.
- Upprunaliga vóru 10 miljónir krónur á fíggjarlógaruppskotinum til hesa verkætlan, men 8 miljónir krónur vórðu skarvaðar burturav aftur. Eftir eru so 2 miljónir krónur. Trupult er hjá mær at siga, hvat projektering og annað av hesum arbeiði kostar, men eg vildi mett, at hesar 2 miljónir krónurnar kunnu røkka til hendan fyrsta partin av verkætlanini Inni í Dal, sigur arbeiðstakarin.

Ikki langdrigið
Arbeiðstakarin, sum Sosialurin hevur tosað við, og sum ætlar sær at bjóða upp á jørðarbeiði til ítróttarhøllina, sigur seg hava havt eitt ávíst meylsamskifti við Landsverk, men hevur ikki spurt, hvør orsøkin er til, at tíðarætlanin við útbjóðingini ikki hevur hildið.
- Eg vænti, at boðini um at halda aftur eru komin av hægri stað, men hví so er, dugi eg ikki at siga, leggur hann aftrat.
Tað eydnaðist tíverri ikki at fáa fatur á Oyvindi Brimnes, stjóra á Landsverki, áðrenn Sosialurin fór til prentingar í dag. Stjórin sat á fundi, sum vardi til døgurða.
Í útbjóðingarlýsingini, sum eitt nú hevur staðið á heimasíðuni hjá Landsverki, verða arbeiðstakarar vístir til Boga Hansen hjá Landsverki.
Men Bogi sigur, at tað er stjórin, Oyvindur Brimnes, sum úttalar seg um hesi viðurskifti.
Sosialurin hevur skilt, at tíðarætlanin við útbjóðingini av jørðarbeiðnum til ítróttarhøllina Inni í Dal kortini ikki fer at draga so langt út.
Útbjóðingartilfarið, sum arbeiðstakarar skuldu kunna fáa sendandi digitalt hin 13. september, verður kanska tøkt í hesi vikuni, eins og ástaðarfundurin møguliga verður í hesi vikuni eisini.
Nú fáa vit so at síggja, hvussu leikur fer – og um hesar tíðarætlanir kortini fara at halda seg innanfyri rímiligar karmar.