Útbjóðing nærkast

TÁ tingið kemur saman aftur um eina viku verður eitt stórt álvarsmál aftur til umrøðu. Tað er komandi útbjóðingin av føroyska landgrunninum til oljuleiting.

VINNUNEVNDIN viðger í hesum døgum uppskotið frá landsstýrinum og stendur tað til formannin í nevndini, so fer uppskotið óbroytt aftur í tingið. Hann vónar at fáa eina samda nevnd at taka undir við tí, men hetta er ivasamt, tí tingfólk úr báðum teimum stóru andstøðuflokkunum hava sett spurnartekin við okkurt í uppskotinum. Eitt nú vilja tinglimir úr bæði Sambandsflokkinum og Javnaðarflokkinum hava við í 1. útbjóðing okkurt, sum líkist eini almennari luttøku í komandi leiting, tvs. antin eitt landsoljufelag ella eitt borið felag tvs. eina optión. Munurin á hesum báðum er tann, at við optión ger tú ongar íløgur nú, men tekur fyrst støðu til um tú skal fara inn við almennum oljufelag, tá olja er funnin. Ein annar spurningur, sum ósemja er um, er, hvar oljuútgerðarhavnin skal liggja. Her hevur Javnaðarflokkurin boðað frá, at hann fer møguliga at koma við einum uppskoti til 2. viðgerð.


OKKARA olju- og skattakønu bæði í Oljumálastýrinum og Fíggjarmálastýrinum hava gjørt politikararnar varugar við, at uppskotini, sum antin eru ella verða løgt fyri tingið um eitt nú skatting av oljufeløgum eru at meta sum ein pakki. Koma nú nýggj krøv um antin eitt landsoljufelag ella eina optión, so broytir tær henda pakka, soleiðis at oljufeløgini fara at meta hetta sum nýggjar treytir. Tá er spurningurin um tann javnvág, sum okkara oljumyndugleikar hava lagt seg eftir fyri at fáa oljufeløgini at gera íløgur her, er flutt.


FLESTU av lógaruppskotinum, sum eru grundarlagið undir 1. útbjóðing, eru løgd fram. Nú restar so bert serskatturin, sum helst verður lagdur fyri tingið mitt í næstu viku, eftir at landsstýrið hevur havt hann til endaliga umrøðu. Eins og hini uppskotini skal hann eisini í nevnd eftir 1. viðgerð. Tvs. at vit uttan iva fara inn í februar mánað, áðrenn allur lógarpakkin viðvíkjandi 1. útbjóðing er endaliga samtyktur. Tá skuldi so verið klárt hjá Oljumálastýrinum at latið upp fyri hesi útbjóðing, ið hevur verið bíðað eftir so leingi.


ENN hava vit einki frætt um komandi leiting í bretskum øki úti á Atlantsmótinum. Men hon man neyvan vera so langt burturi, nú myndugleikarnir har hava valt ikki at fara víðari við málinum, sum Greenpeace fekk viðhald fyri í rættinum. Tað ljóðar, at bretska stjórnin ætlar sær at halda reglurnar í tí sokallaða ?Habitatdirektivinum?, sum snýr seg um umhvørviskrøv úti á opnum havi. Hetta fer at merkja, at umhvørviskrøvini til oljufeløgini, sum verða við í komandi útbjóðing, fara at vera tað harðari. Áhugavert verður eisini at síggja, hvørjar skattatreytir bretar annars fara at seta til komandi leiting.