Útbjóðing og val av tilboðum ísv. Vágatunnilin

Í samsvar við tilmæli til aðalfundin í felagnum 24. juni 1999, upplýsingar latnir á kunningarfundi fyri løgtingslimir o.o. á Hotel Føroyum august 1999, upplýsingar latnir Løgtingsins Vinnunevnd og almenninginum annars, hevur Vágatunnilin p/f latið bjóða út tunnilsgerð millum norðurlendska arbeiðstakarar og vegagerðina millum føroyskar arbeiðstakarar.

Teir, ið bjóða uppá tunnilsgerðina eru

1.E. Pihl & søn A/S, E. Pihl & Søn P/F, Ístak hf, Skanska AB

2.Højgaard & Shultz A/S, Selmer ASA, Veidekke ASA

3.NCC Danmark A/S, NCC Noreg AS

4.Mika AS, AF Spesialprosjekt ASA, J&K Petersen P/F


Teir, ið bjóða uppá vegagerðina eru

1.Byggisamtøkan HON

2.SP/F JHR entreprenørar

3.P/F Byggitek

4.P/F J&K Petersen

5.P/F Guttesen & Staksberg

6.P/F á Heygum

7.Kanjon sp/f


Í útbjóðingarskrivingum ísv. vegagerðina v.m. hevur felagið í samsvar við licitatiónslógina §2, stk. 4 gjørt vart við, at licitatiónin er bundin, og í samsvar við §4, pkt 2) gjørt vart við at felagið tilskilar sær rætt til frítt at velja millum innkomnu boðini ella at havna øllum.

Við licitatiónina fyri vegagerðina komu boð frá 7 fyritøkum inn. Til tess at meta um hvat boð er til mestan fyrimun fyri felagið, verða boðini mett út frá:

?Samsvar við ætlan fyri útbjóðing

?Prísi

?Alternativum og reguleringum

?Tekniskum viðurskiftum, so sum uppskot til arbeiðsætlan og amboð

?Skipan av arbeiðinum, leiðslu og manning

?Fíggjarligum umstøðum


Undirsjóvartunnilsgerð er so mikið krevjandi arbeiði við atliti til leiðslu, tøkni og fíggjarligum førleika, at felagið helt tað vera neyðugt at venda saær til norðurlendskar arbeiðstakarar og hava oman fyri nevndu samtøk hvør í sínum lagi veitt nøktandi upplýsingar um umstøður teirra við atliti til hesi viðurskifti. Samstundis er gjørt feløgunum greitt, at tey umframt prísin m.a. koma at verða mett eftir samstarvi teirra við føroyskar fyritøkur.

Felagið hevur tilvitað valt at bjóða vegagerðina út millum føroyskar arbeiðstakarar. Hóast fyrimunir kundu verið við at bjóða tunnils- og vegagerð út undir einum m.a. við atliti til samskiping av arbeiðinum, valdi felagið hesa sundurluting við tí fyri eyga, at geva føroyskum arbeiðstakarum møguleika sjálvstøðugt at átaka sær ein munandi part av arbeiðinum, sum gerast skal í sambandi við Vágatunnilin.

Prísurin er sjálvsagt høvuðselementið, sum kappast verður um. Í útbjóðingartilfarinum er biðið um prís uppá arbeiðið og fyri nøkur alternativ: stoypt brúgv í mun til stálbogabrúgv, og avrætting av vegnum við tilfari úr grótbroti í mun til avrætting av soldaðum tunnilstilfari. Somuleiðis hava teir bjóðandi møgu-leika at koma við egnum alternativum t.d. avsláttur um teir fáa alt arbeiðið, ella samlað tilboð fyri alt arbeiðið v.m.

Hóast ein samlaður prísur verður uppgivin fyri alt arbeiðið, eru eisini einleikaprísir uppgivnir, sum verða nýttir til at regulera prísin fyri meir- & minninøgdir. Vanligur meirkostnaður í mun til eitt tilboð liggur um 5-10%. Í mun til hetta kann eitt fast tilboð gevast, har arbeiðstakarin tekur váðan fyri meir- & minninøgdir upp á seg.

Teknisku viðurskiftini hjá arbeiðstakaranum skulu vera so, at hann við amboðum og útgerð er førur fyri at fremja arbeiðið hann átekur sær innan fyri tann tíðarkarm sum ásettur er. Somuleiðis er umráðandi, at leiðsla og manning er av einum slíkum slag, at trygd er fyri, at neyðuga góðskan verður í arbeiðinum og at teir trupulleikar, sum altíð vilja stinga seg upp í einum slíkum arbeiði, verða loystir skjótt og munadygt. Í sambandi við vegagerðina er umráðandi, at arbeiðsvegurin Vágamegin er klárur til nýtslu í seinasta lagi 6 mánaðar eftir at tunnilsarbeiðið er byrjað í Leynum.

Eins týðandi og teknisku viðurskiftini eru fíggjarligu viðurskiftini hjá arbeiðstakaranum, hann má vera so væl fyri, at hann kann seta neyðugar trygdir (15% av tilboðsupphæddini), hann má lúka treytirnar um falna almenna skuld smb. lóg um avmarking av møguleikum hjá skuldarum at bjóða uppá almenn arbeiði, hann má kunna fíggja sítt arbeiði í minsta lagi í 3 mánaðar og hann má vera soleiðis fyri, at hann ikki verður hóttur av at fara á húsagang meðan arbeiðið fer fram.

Í talvuni niðan fyri er yvirlit við innkomnu boðunum, alternativum og reguleringum, í seinasta teigi eru hesi viðurskifti tald saman við sammetingarprís. Sum tað sæst av talvuni, liggja bæði niðastu boðini ógvuliga nær at hvør øðrum. Felagið hevur biðið um nærri upplýsingar um fíggjarlig viðurskifti, leiðslu, manning og fremjing av arbeiðinum frá feløgunum, sum hava lægstu boðini, t.e. Byggitek og J&K Petersen.


TALVA:::::



Í tí ítøkiliga førinum, har avgerð skal takast um val av tilboði uppá vegagerðina ísv. Vágatunnilin, mugu hesi viðurskifti havast í huga:

1.Byggitek hevur upplýst, at undirarbeiðstakari hjá teimum er E. Pihl & søn og at hetta felag veitir manning, leiðslu og amboð í tann mun Byggitek ikki sjálvt hevur hetta tøkt. Felagið hevur ikki hildið at tað er í samsvar við upplýsingar um ætlanir hjá felagnum yvirfyri Vinnumálastýrinum, tingmonnum, Løgtingsins Vinnunevnd o.ø. at lata arbeiðið fremja við E. Pihl & Søn sum einum týðandi viðleikara. Hetta verður eisini hildið at vera sera óheppið fyri trúvirði hjá felagnum mótvegis øðrum størri feløgum, sum kundu havt áhuga í at boðið uppá vegagerðina, men sum ikki vórðu boðin við.

2.Tilboðsprísurin, við reguleringum fyri alternativ arbeiði, er fyri arbeiðið hjá Byggitek góðar 600.000 kr. lægri enn hjá J&K Petersen. Sammetingarprísurin, tá ið hædd verður tikin fyri at alternativa boðið hjá J&K Petersen er eitt fast boð, er fyri arbeiðið hjá J&K Petersen o.u. 330.000 kr. lægri enn fyri arbeiðið hjá Byggitek. Út frá hesum verður hildið, at prísmunurin millum bæði lægstu boðini, tá ið avtornar, ikki er so týðuligur, at hann kann viga upp móti øðrum her nevndum viðurskiftum.

3.J&K Petersen vísir á køn, navngivin fólk til leiðslu fyri høvuðspartarnar av arbeiðinum og hevur víst á amboð og mannagongdir, ið undirbyggja at hetta felagið kann fremja arbeiðið innan ásettu tíðarkarmarnar.

4.Sambært fíggjarligu upplýsingunum tykist J&K Petersen at hava umstøður til at átaka sær arbeiðið og at fullføra tað, sum ætlað.

5.Sambært fíggjarligu upplýsingunum og viðmerkingum frá fíggjarliga ráðgeva felagsins tykist Byggitek ikki at hava nøktandi fíggjarligar umstøður.


Nevndin í Vágatunnilin p/f hevur út frá oman fyri nevndu viðurskiftum mett, at alternativa boðið frá J&K Petersen er til mestan fyrimun fyri felagið og hevur tí valt at taka upp samráðingar um sáttmála við J&K Petersen.l brot á stýrisskipanarlógina fáa tær neyðugu avleiðingarnar, sum fyriskrivað er. Tað kunna vit væl saktans ikki verða ósamdir um. Men hetta málið hevur jú verið og vent í landsstýrismálanevndini, og tá ið teir ikki hava hildið hetta málið verið brot á galdandi lógir, so kunna tingmenn, í útgangspunktinum, ikki fyrihalda seg øðrvísi enn teir hava gjørt, nevniliga at góðtaka tað sum nevndin varð fullsamd um, vælsaktans og vónandi, eftir at hon hevði kannað málið til botns. Soleiðis er hin politiska skipanin nú einaferð. At tú so seinri hevur bílagt eitt svarð frá einum ella øðrum donskum gummijuristi, tað er so eitt annað mál, og tað hevur ivaleyst eisini givið kassa 1 á Fiskimannafelagnum nakrar økonomiskar skavankir. Men hvat tað skal brúkast til, tað veit eg líka so lítið sum nakar annar, og mín støða til málið kann ongan áhuga hava, tá ið eg bara eri ein av 45.000 vanligum føroyingum, sum ikki finni meg í, at verða pilkaður út úr rúgvuni, av Óla Jacobsen, fyri at svara uppá eitthvørt, tá ið hesi undarligu herðindini royta hann upp í eitt slag av politiskari ekstasu. Kanska hevði tað verið vert at roynt eina rættarsak í hesum máli, Fiskimannafelagið vs. Føroya Landsstýri. Men hondina á hjartað, Óli, hetta málið hjá Signari líkist ikki hesari kastibløkuni hjá tær, tá ið løgtingsgrannskoðararnir í niðurstøðuni, í roknskapinum fyri Sjónvarp Føroya, beinleiðis staðfestu, at stýrisskipanarlógin var brotin. Og hví gjørdi tú ikki okkurt við málið um Yrkisráðið, tá ið tú var løgtingsmaður, og fyri alt tað, tá ið tú, enntá, var landsstýrismaður, í tveimum skiftum, í seinasta løgtingsskeiði(?)


Rúna Sivertsen hevur sett Óla Jacobsen skák í mát

Nú veit eg ikki um tað er ein óskrivað sátt ímillum politikkarar, ikki at svarða Óla Jacobsen aftur. Okkurt bendir á at so er, tí sjaldan kemur hetta fyri. Eingin orkar og tímir hesa verbalu marathonskrivingina, ið sjaldan endar við øðrum, enn eini fullkomnari oyðimarkargongd. Tó síggi eg nú, at Rúna Sivertsen, tingkvinna, hevur sett formannin, meiri ella minni, skák í mát, í Dagblaðnum, - av øllum. Úr sínum uppvøkstri og úr fyritakssama umhvørvinum har norðuri, kennir hon viðurskiftini hjá føroyska sjófólkinum, betur enn tey flestu, so hetta sær ikki so lítið spennandi út. Tá ið nú Rúna hevur innstillað kanónirnar, man tað verða tí, at hon ætlar at stilla upp ímóti Óla, til formansvalið seinri í ár, okkurt er undir uppsigling, tað frættist nú ymsastaðni í fiskimannaumhvørvinum, og nógva ónøgdin, í skýmaskotunum, bendir á eitt skiftið, sum kemur óvæntað á tey flestu. Ja, hví ikki eina forkvinnu í Føroya Fiskimannafelag. Rúna hevur í hvussu er, víðskygdari sosialar hugsanir enn núverðandi formaðurin, tá ið hon rør uppundir eftirlønarskipanir et cetera. Illar tungur vilja verða við, at formaðurin er einasti limur felagsins, sum hevur eina slíka, men kanska er hon so kostnaðarmikil fyri felagið, at ráð ikki eru til so nógv annað. Hetta verða míni seinastu orð í hesum málið. Um formaðurin hjá føroyskum fiskimonnum, fremsti ófrælsis-tænari føroyinga, sponsoreraður av sínum góðvarnu limum, so heldur fram til dómadags, og líkamikið hvussu grovur og perfidur hann annars verður, so fær hann einki svarð aftur hiðani. Over and out.


Tórbjørn Jacobsen