Útbrunnin starvsfólk

Seinastu mongu árini er livifóturin hækkaður munandi í Vesturheiminum. Vit hava tað betri ? vit gera minni hart, fysiskt arbeið og sáttmálabundna arbeiðstíðin gerst styttri og styttri.


 

Í manga mátar hevur hetta verið mett sum stór framgongd. Vit hava meira pening at keypa fyri, og vit hava longri frí. Hetta er alt samalt rættindi, sum fakfeløgini hava skaffað limum sínum, sum ein part av teimum størri virðum, sum eru skapt i samfeløgunum.


Leingi hava vit øll fegnast um hesa gongd, men nú eru tað alt fleiri sum gera vart við, at alt ikki er so ljósareytt.

Mest nýttu orðini í nýggja kjakinum eru útbrunnin starvsfólk.


Fleiri fakfeløg vísa á, at hjólini nú snurra so skjótt, at fólk ikki megna at fylgja við. Krøvini frá arbeiðsplássunum um effiktivitet, málsetningar sum skulu uppfyllast og so framvegis, eru ov krevjandi. Menniskjan orkar ikki at fylgja við.


Seinastu søgurnar her í Danmark eru um fólk, sum arbeið í donsku kommunum. Har eru krøvini tils tarvsfólkini so strong, at alt fleiri geva upp fyri tapt. Tey verða fyrst sjúkrameldað og síðan siga tey upp ? ella verða uppsøgd.


Sum altíð her í landinum eru tað mong, sum eru til reiðar at koma við frágreiðingum um, hví alt hetta hendir. Flestu siga, tá ið tað snýr seg um almenn starvsfólk, at nýggj krøv um betri tænastu, málsetningar, tíðarfreistir v. m. eru sett í verk, uttan at tað almenna hevur sett fólk og pening av til at uppfylla hesi krøv.


Fleiri fakfeløg í Danmark: HK, Forbundet af Offentligt Ansatte, Teknisk Landsforbund og onnur siga, at arbeiðsumhvørvið er vorðið ov hart. Starvsfólk líða av strongd, og hevur ein fyrst fingið hesa sjúku í longri tíð, so er næsta stig, at tey eru útbrunnin.


Og eru fólk fyrst komin í hesa støðu, so tekur tað langa tíð at koma fyri seg aftur. Ofta skifta fólk arbeiðspláss fyri at heilt at byrja av nýggjum.


Orðaskifti um viðurskiftini hjá almennum starvsfólki er frammi júst nú, men sama fyribrigdið hevur rakt privata arbeiðsmarknaðin fyri tíð síðani. Fyrst og fremt eru tað fólk, sum hava arbeitt innan KT-vinnuna hava gramt seg um at vera útbrunnin. Tað sum kanska er enn meira óhugnaligt er, at í hesi vinnu rakar fyribrigdið oftast heilt ung fólk.


Júst nú eru fleiri og fleiri, sum halda, at vit eiga at hugsa um at umskipa arbeiðsmarknaðin., Tað nyttar ikki bert at renna skjótari og skjótari, og arbeiða styttri og styttri. Tað kann væl vera, at vit duga at vera effektiv, men vit hava eisini tørv á at steðga á ? uttan at vit kortini onki gera.


Við oljuvinnuni í huga, og vitandi um, hvussu skjótt hjólini snurra í Føroyum, fær tað meg at hugsa um lívið á bygd í Føroyum. Tað kann gott vera, at bilarnir ofta eru smærri, og onkur ikki hevur parabol.


Hinvegin hava tey kanska lívskvalitet.


Tey eru ikki útbrunnin.


Árni Gregersen

Bornholm