Team Klaksvík fingið lovað heim

Á fundi í gjár fekk Team Klaksvík vissu um, at felagið sleppur at spæla komandi heimadystin í Badminton Høllini í Klaksvík.

 

Team Klaksvík mátti í kvøld spæla á sín heimadyst í Atlantic Airways deildini í høllini í Hoyvík. Komandi heimadysturin verður ikki fyrr enn 1. feburar komandi ár. Ti tað tíð, hevur Team Klaksvík fingið vissu um, at teir sleppa at spæla hann í Badminton høllini í Klaksvík.

 

Hondbóltssambandið hevur játtað teimum tað, um kommuna í Klaksvík heldur tað teir lovaðu á fundi í gjár.

 

Team Klaksvík tapti annars dystin í kvøld 37-21. Fríðin Ziskason ásannar at orkan gekk undan í seinna hálvleiki.

 

Hoyr her samrøðu við Fríðin Ziskason, sum er leikandi venjari hjá Team Klaksvík.