Team Klaksvík skiftir heimavøll

Av tí Badmintonhøllin í Klaksvík fekk skaða í ódnini hóskvøldið, má Team Klaksvík skifta heimavøll til dystin ímóti StÍF í dag.

 

Takið á Badmintonhøllini í Klaksvík fekk skaða hóskvøldið, og tí ber ikki til at hava hondbóltsdyst har í dag. Team Klaksvík brúkar Badmintonhøllina sum heimavøll, men tá ið klaksvíkingar í dag kl. 16.00 spæla ímóti StÍF verður dysturin spældur í KÍ-høllini.

 

Team Klaksvík hevur fingið góð úrslit í Altantic Airways deildini higartil í ár. Liðið hevur 6 stig eftir fyrstu 6 dystirnar, og tað er tað sama sum H71 og StÍF. Liðið, sum vinnur dystin í dag, kann leggja seg undir liðina á VÍF og Neistanum, sum hava 8 stig. Fremst í deildini er KÍF, sum hevur 12 stig.