Team Klaksvík - StÍF: 24-25: Millimetrar frá fyrsta stignum

Team Klaksvík hevði skotroynd í seinastu sekundunum við støðuni 24-25 til StÍF, men tað fór uppum málið. Sostatt megar Team Klaksvík ikki at fáa fyrstu stigini í Atlantic Airways deildini í dag. StÍF vinnur 25-24 í jøvnum og spennandi dysti.

 

Liðugt: Team Klaksvík hevur álop, men skotið hjá Sámali T. Olsen fer omanfyri. Tað er tað seinasta, sum hendir í dystinum.

 

58.min: Borgar Danielsen brennur risa møguleika og Team Klaksvík revsar í hinum endanum. Heimaliðið tekur time out á 58.12.

 

57.min: StÍF er um at fáa takið á dystinum, men brennur stórar møguleikar. 22-24(Pætur Joensen)

 

55.min: Team Klaksvík megnar ikki at útnytta yvirtalsstøðu, tá Jón Rasmussen verður útvístur. 22-23

 

52.min: StÍF ger skjótt av í álopsspælinum, meðan Zarko brennur brotskast.

 

50.min: Liðini fylgjast og tað er eisini í trá við leikgongdina.

 

47.min: TAð er um at gerast heitt á vøllinum Klaksvík. 20-20.

 

43.min: Team Klaksvík fingið tamarhald á vanaligu gongdini seinastu tíggju minuttirnar. Sámal T. Olsen skorar til 19-19.

 

40.min: Zarko, spælandi venjarin hjá Team Klaksvík fær útvísing. Stutt seinni fær StÍF brotskast, sum Pætur Joensen skorar upp á. StÍF er á odda á fyrsta sinni í seinna hálvleiki.

 

Hálvleikur: Team Klaksvík er á odda 14-13 í hálvleikinum í landskappingardystinum móti StÍF í badmintonhøllini í Klaksvík.

 

Fleiri umboð fyri Team Klaksvík hava gjøgnum kappingarárið lovað, at Team Klaksvík fer at fáa stig í hesum kappingarárinum. Teir eru komnir hálvan vegin í kvøld við tí málinum.

 

Tað er lítil munur á liðnum. Team Klaksvík spælir nakað betri enn teir plaga, meðan StÍF er nakað undir miðal. Tað er hvørfall langt frá StÍF liðnum í dag, og tí liðnum sum basti VÍF yvir tveir dystir í hálvfinaluni í steypakappingini.

 

Atlantic Airways deildin:

Team Klaksvík – StÍF: 24-25 (14-13)

Team Klaksvík: Zarko Pejovic 9, Sámal T. Olsen 7, Beinur Heðinsson 3, Dánjal Kjærbo 2, Vilhelm Vilhelmsen 2, Andrias Ellinggaard 1

StÍF: Leivur Justinussen 7, Steinar Prestá 6, Pætur Joensen 5, Borgar Danielsen 2, Jógvan G. Joensen 2, Fríði R. Djurhuus 1, Marius Joensen 1, Jákup Berthelsen 1