Team Klaksvík misti á stokkinum

Klaksvíkingar vóru nær við at fáa stig fyri fyrstu ferð í ár, men tað rakk eiheldur hesaferð

Í Klaksvík var dystur ímillum botnproppin í FTZ-deildini, Team Klaksvík, og KÍF. Team Klaksvík er á niðasta plássi við ongum stigi, meðan KÍF er við í stríðnum um seinna finaluplássið í deildini.

 

Í dag var tó nær við, at klaksvíkingarnir vunnu fyrstu stigini. Team Klaksvík legði betri út og eitt skifti í fyrra hálvleiki vóru klaksvíkingar á odda 9-5. Kollfirðingar komu tó afturíaftur undan hálvleikssteðginum. Hálvleiksstøðan var 11-11. Í seinna hálvleiki byrjaði tað av álvara at líkjast einum sigri til heimamenninar, ið hava tapt hvønn einasta dyst í ár. Team Klaksvík var á odda bæði 17-14 og 19-17, men seinastu løtuna fór álopið hjá heimaliðnum í baklás, og hetta gagnnýttu kollfirðingar til fulnar í teimum seinastu 10 minuttunum. Endaliga úrslitið gjørdist 22-26 til KÍF, hóast tað leingi tyktist sannlíkt, at Team Klaksvík fór at vinna stig burturúr stríðnum.

 

Málskjúttarnir í dystinum síggjast niðanfyri:

 

Team Klaksvík: Bogdan Florea 10, Niels Viggo Niclasen 4, Jens Pauli Mohr 4, Vilhelm Vilhelmsen 2, Hanus Norðberg 1, Dánjal Kjærbo 1 og Sámal á Tjaldrafløtti 1.

 

KÍF: Rúni Joensen 7, Tony Weyhe 7, Andrias Nielsen 5, Fríði Weyhe 2, Teitur Joensen 2, Hans Eli Sigurbjørnsson 2 og Jákup Trygvason 1.