Team Sydhavsøerne vann og HC Keypmannahavn tapti

Pauli Jacobsen var við í hópinum hjá HC Keypmannahavn í dag

Tvey føroyingalið í næstbestu donsku hondbóltsdeildini vóru í leiki í dag. 

 

Pauli Mittún, Pætur Mikkjalsson og liðfelagarnir í Team Sydhavsøerne vunnu á útivølli 34-30 (17-16) á Give. Pauli var noteraður fyri tvey mál.

 

Suðuroyggjamenn eru fjórðfremst í deildini við 14 stigum. Skive er fremst í deildini við 18 stigum.

 

Pauli Jacobsen, Leivur Mortensen, Jónas G. Djurhuus, Janus Dam Djurhuus og liðfelagarnir í HC Keypmannahavn taptu á útivølli 21-27 fyri Odder. Tað stóð annars væl til í steðginum, tí tá var HC Keypmannahavn á odda 15-13. Hetta var fyrstu ferð, at Pauli var við í dysti hjá HC Keypmannahavn. Hann er leigaður út frá HØJ fyri at fáa meira spælitíð undan EM-endaspælinum. 

 

Jónas skoraði trý mál, Janus tvey mál og Leivur eitt mál. Tíverri eru hagtøl fyri málverjarnar ikki tøk.

 

HC Keypmannahavn er næstaftast í deildini við bert tveimum stigum.