Umleið 80.000 mótmælisfólk eru savnað í gøtunum í teilendska høvuðsstaðnum Bangkok, har tey krevja, at tingið skal sendast til hús, og at nýval verður útskrivað. Stjórnin hevði fingið freist til klokkan fimm í morgun okkara tíð at gera eftir kravinum, men forsætisráðharrin segði í nátt, at stjórnin fer ikki at senda tingið til hús ella at skriva út nýval.
Ein talsmaður fyri mótmælisfólkini segði, at tey verða verandi í Bangkok, til stjórnin slakar.
Tey flestu mótmælisfólkini eru stuðlar hjá fyrrverandi forsætisráðharranum Thaksin Shinawatra, skrivar Reuters.