Í Teilandi líkist støðan næstan kríggi við hørðum samanbrestum millim stjórnarhermenn og mótmælisfólk Tíðindastovurnar skriva, at partarnir hava brúkt táragass ímóti hvør øðrum. Nógv mótmælisfólk eru tikin, og minst 77 fólk hava fingið skaða í samanbrestunum.
Stjórnin lýsti í gjár høvuðsstaðin Bangkok í undantaksstøðu orsakað av mótmælunum, og í morgun sigur stjórnin, at undantaksstøðan virkar sambært lógini.
Mótmælisfólkið vil hava stjórnina frá, og at fyrrverandi forsætisráðharrin, Thaksin Shinawatra, skal taka við valdinum. Hann býr í útlegd, men hevur boðið sær til at venda heimaftur, um stjórnin verður feld.