Fyrrverandi herovastin Khattiya Sawasdipol, sum hevur staðið á odda fyri mótmælunum í Teilandi, er deyður. Hósdagin varð hann illa særdur av einum skoti í høvdið, júst sum hann var í ferð við at tosa við eitt tíðindamann í høvuðsstaðnum Bangkok.
Khattiya Sawasdipol var fyrrverandi generalur í teiloendska herinum, men vendi sær frá hervaldinum.
Ófriðurin í Teilandi hevur nú kravt 35 mannalív. Tann seinasti, sum doyði, var ein stjórnarhermaður, sum doyði í nátt, og hann er tann fyrsti hermaðurin, sum er fallin í ófriðinum.