Hóast Starvsmannafelagið og Fíggjarmálaráðið siga, at lønarhækkanin í nýggja sáttmálanum er 2,25 prosent, so fellur ein ávísur partur av hesi lønarhækkan einans nøkrum starvsbólkum í lut.
Seks starvsbólkar eru umflokkaðir í nýggja sáttmálanum. Teir eru sosialráðgevar, journalistar, bókavørðir og leiðandi læknaskrivarar, ið eru fluttir úr 6. í 7. lønarflokk, laboratoriuteknikarar og yvirlaborantar, ið eru fluttir úr 5. í 6. lønarflokk, og ídnaðarlaborantar, ið eru fluttir úr 4. í 5. lønarflokk. Jørgen Niclasen segði í Kringvarpinum í gjár, at hann metti hesar starvsbólkarnar telja um 60 fólk.
Um byrjunarlønirnar í hesum lønarflokkunum áðrenn og aftan á broytingarnar vera samanbornar, so sæst, at hesir starvsbólkarnir fáa eina munandi hægri lønarhækkan enn hini.
Meðan ein, sum í dag er løntur í 4. lønarflokki, fekk eina lønarhækkan á 388 krónur og 58 krónur afturat í eftirløn, so fór byrjunarlønin hjá einum ídnaðarlaboranti úr 22.702,77 krónum upp í 24.050,79 krónur. Tað er ein lønarhækkan á 1.348 krónur, umframt at eftirlønin eisini hækkar við 202 krónum um mánaðin.
Tey, í 5. lønarflokki hava fingið 404 krónur í lønarhækkan umframt 61 krónur í eftirløn, meðan laboratoriuteknikararnir eru farnir úr eini byrjunarløn á 23.646,44 krónur upp í 25.010,59 krónur, tað er 1.364 krónur upp um mánaðin, umframt 205 krónur um mánaðin í eftirløn.
Tey, sum eru í lønarflokki 6 eru farin 420 krónur upp í løn og 63 krónur í eftirløn og tey í 7. lønarflokki 445 krónur upp og 67 krónur í eftirløn, meðan sosialráðgevar, journalistar, bókavørðir og leiðandi læknaskrivarar eru farnir úr 24.590,10 krónum um mánaðin upp í 26.450,30 krónur um mánaðin. Tað er ein lønarvøkstur á 1.860 krónur um mánaðin, umframt eftirløn á 279 krónur um mánaðin.
Ein við minstuløn Starvsmannafelagsins, í 1. lønarflokki hevur fingið 324 krónur aftur at um mánaðin, umframt 49 krónur um mánaðin. Hetta svarar til umleið 10 krónur um dagin.
Lønarhækkingin hjá hesum starvsbólkunum hevur kostað 0,75 prosent av karminum á 4,15 prosent. Vóru hesi 0,75 prosentini býtt yvir allar starvsbólkarnar, hevði lønarvøksturin hjá hinum bólkunum ligið yvir tvey prosent um árið, heldur enn um 1,7 prosent sum sáttmálin sigur.
Sáttmálin hjá Starvsmannafelagnum hevur átta lønarflokkar og tí kann tað eisini tykjast, sum um tað fyrst og fremst eru tey í hægra endanum, sum hava fingið ágóðan. Flestu umflokkingarnar eru úr 6. í 7. lønarflokk, altso upp í næst hægsta lønarflokkin, meðan eingin undir 4. lønarflokk er fluttur upp. Hetta styrkir tíverri einans um fatanina, at lønarhækkingin í hesum umfarið er follum teimum hægst løntu í lut í væl størri mun enn teimum lægst løntu.