Teir bestu liggja nú borð um borð

KAPPRÓÐUR: Annar FM kappróðurin verður í Kollafirði seinnapartin

Fyri einari viku síðani var fyrsti FM kappróðurin á norðoyastevnu. Tá vóru fínastu róðrarlíkindi, og soleiðis verður tað eisini í dag, tá ið annar FM kappróðurin verður. Hann verður í Kollafirði, har tey í vikuskifitinum halda sundalagsstevnu.

61 bátsmanningar hava boðað frá luttøku. 17 av teimum luttaka í barnaróðrinum.

Sammett við á norðoyastevnu er tað soleiðis, at hesa ferð liggja bátarnir, sum stóðu seg best fyri einari viku síðani borð um borð. Harvið fer at bera betri til at peila av, hvussu kappingin tørnar út – um tað nú aftur í dag vera somu bátar, ið fara at kappast um sigurin og heiðursmerkini, sum síðsta leygardag vóru við í tí kappingini.

Fyrsta startskotið verður klokkan 13.30, tá ið genturnar í barnaróðrinum leggja til brots, og kappróðurin verður liðugur nakrar minuttir í hálvgum seks, tá ið 10-mannaførini roknast at fara um málið.

Sundalagsstevna í Kollafirði
FM kappróður
Barnaróður gentur kl. 13.30
5Hulda
6Havørnin
7Ingibjørg
8Frúgvin
9Firvaldur
10Knúkur
11Ørnin
12Tambar
Støðan
1Firvaldur7
2Frúgvin6
3Knúkur5
4Ingibjørg4
5Ørnin3
6Havørnin2
7Tambar1
Barnaróður dreingir kl. 14.00
5Spógvin
6Pílur
7Svalan
8Heykur
9Fiskurin
10Fípan Fagra
11Ternan
12Ingibjørg
13Knúkur
Støðan
1Fiskurin7
2Heykur6
3Fípan Fagra5
4Svalan4
5Ternan3
6Pílur2
7Ingibjørg1
5-mannafør gentur kl. 14.50
2Havfrúgvin
3Kollur
4Knúkur
5Fenja
6Frúgvin
7Drekin
8Blikur
9Tambar
10Beinta
11Báran
12Falkur
13Sílið
14Royndin Fríða
15Stubbin
Støðan
1Tambar7
2Blikur6
3Beinta5
4Drekin4
5Báran3
6Frúgvin2
7Falkur1
6-mannafør kvinnur kl. 15.15
7Lómur
8Páll Fangi
9Sølmundur
10Smyril
Støðan
1Sølmundur7
2Páll Fangi6
3Smyril5
4Lómur4
5-mannafør dreingir kl. 15.40
5Heykur
6Ørnin
7Royndin Fríða
8Sílið
9Drekin
10Jallurin
11Silja
12Ingibjørg
13Tjaldrið
Støðan
1Drekin7
2Sílið6
3Jallurin5
4Royndin Fríða4
5Silja3
6Ørnin2
7Ingibjørg1
6-mannafør menn kl. 16.00
7Lómur
8Rádni
9Páll Fangi
10Gongurólvur
1Páll Fangi
2Rádni
3Gongurólvur
4Lómur
8-mannafør kl. 16.20
8Árnfirðingur
9Argjabáturin
10Ørvur
Støðan
1Argjabáturin7
2Árnfirðingur6
3Ørvur5
5-mannafør kvinnur kl. 16.40
7Teistin
8Sílið
9Erla Kongsdóttir
10Jallurin
11Blikur
Støðan
1Erla Kongsdóttir7
2Sílið6
3Jallurin5
4Teistin4
5Blikur3
10-mannafør kl. 17.00
7Drekin Reyði
8Klaksvíkingur
9Ormurin Langi
10Suðuroyingur
11Havnarbáturin
Støðan
1Ormurin Langi7
2Klaksvíkingur6
3Suðuroyingur5
4Drekin Reyði4
5Havnarbáturin3