Tað ger ikki mun, um Føroya fremstu serfrøðingar tala at. Tjóðveldismenn eru byrjaðir at sáa iva um ognarrættin til oljuna, og síggja fram til eitt ? fyri at brúka orð varaløgmans ? eljustríð um hesa olju. At so mætir menn, sum Árni Olafsson og Halgir Winther Poulsen tala at, fær ikki Tjóðveldismenn at kveklast við, og harvið avdúka teir so dyggiliga alt bluffnummarið aftanfyri Hvítubók og teirra serfrøðinganýtslu annars. Soleingi teir fingu serfrøðingafrágreiðingar, ið undirbygdu studentarætlanina um fullveldi, so var í lagi. Tá nú øll serfrøðin hevur at Tjóðveldinum viðvíkjandi ábyrgdarleysu undirbrotligheitini um oljuna, so er knappliga ikki talan um jura, men um politikk. Sami flokkur, ið hevur trúttað niður í fólk, at fullveldisætlanin var objektivt røtt og bygdi á fólkarætt, meðan aðrir fóru í politiskar skotgrøvir, tosar nú um politikk og ikki jura.
Høvuðsargumentið hjá Tjóðveldisflokkinum um hví danir knappliga skulu krevja ágóðan av oljuni og ikki av eitt nú fiskiríkidømi, er, at peningarligu virðini skulu verða so nógv størri. Við øðrum orðum meinar Tjóðveldisflokkurin, at danir av sínum eintingum kunnu taka alt her í Føroyum, men tíma ikki, tí peningavirðini ikki eru stór nokk. Fyri tað fyrsta eru nógv fleiri milliardir komnar burtuúr fiskivinnuni, enn oljuvinnan í besta føri kann geva av sær tey næstu nógvu árini, og fyri tað næsta er ein klokkuklár avtala frá 1992, ið sigur, at føroyingar hava yvirtikið ráevnini í undirgrundini. Um so er, at onkur danskur politikari í tí lætta endanum hevur lisið orð varaløgmans, og ætlar at brúka tey móti okkum føroyingum, so kunnu vit róliga standa sum ein maður og vísa á 1992 avtaluna
Tað má sigast at vera sera álvarsamt, tá landsstýrismaðurin í lógarmálum av øllum í einari vallýsing sáar iva um grundarlagið undir fleiri lógum, ið hendan samgongan hevur lagt fram og samtykt.
At undirbrotligheit tjóðveldismanna hevur negativar avleiðingar fyri umdømi føroyinga sum seriøsir avtalupartnarar er longu farið at síggjast. Danska avísin Berlingske Tidende hevði eina grein herfyri um vallýsingina hjá Høgna Hoydal, og nevndi í hesi grein eisini nøkur av teimum tingunum, ein av føroysku búskparfrøðingunum hevur skrivað um oljuárin á búskapin. Henda grein varð refererað í einum føroyskum blað. Av einari ella aðrari óvissari grund var einki nevnt um, at greinin handlaði um óhepnu vallýsingina hjá Høgna Hoydal ? endurgevingin endurgav bert orð Kára Petersens og segði einki um Høgna Hoydal, ið hevði skapt pínliga uppmerksomheit um seg í Berlingske Tidende. Tað er so ymiskt, sum eygu síggja ella vilja síggja.