Teir breiðu herðarnir skulu rinda sín part av koronakreppuni

Vit skulu øll bera okkara part av koronakreppuni, eisini bankar og annað vinnulív, sigur Høgni Hoydal

Tað er í kreppustøðu sum hesari at samhaldsfesti ímillum føroyingum skal standa sína roynd.

Tað heldur Høgni Hoydal, løgtingsmaður fyri Tjóðveldi.

Hann sigur at tað er í slíkum støðum, at tað er gott at hava samhaldsfastar skipanir, sum kunnu tryggja meiniga førøyingum eina inntøku.

Jóannes Eidesgaard, fyrrverandi politikari fyri Javnaðarflokkin, hevur átalað, at tað verðir Als, sum skal rinda megingpartin av hjálparpakkanum hjá landsstýrinum.

Høgni Hoydal sigur, at her var talan um at seta eina skipan í verk, sum kundi fáast at virka alt fyri eitt so at tey, sum standa við ongum, fingu eina trygd.

Men hann sigur kortini, at Als at skal ikki brótast niður av hesum, tvørtur ímóti skal Als styrkjast. Og tí sambandi er tað eisini ein møguleiki, at Als fær ein part av pengunum endurrindaðar úr landskassanum.

Høgni Hoydal sigur, at hann hevur mælt til, at allir partar seta seg saman, bæði fakfeløg, arbeiðsgevarar og peningastovnar, og landsstýri, og gera eina avtalu um, hvussu rokningin fyri kreppuna skal býtast, og har vinnulívið, og teir breiðu herðarnir, eisini bera sín part av byrðuni. Og her hugsar hann eisini um at peningastovnarnir eisini taka sína ábyrgd.

Og hann heldur, at tað er sjálvsagt, at stór feløg fara ikki at rinda partaeigarum vinningsbýti á hesum sinni

Trýst á pílin undir myndini og hoyr Høgna Hoydal greiða frá sínum sjónarmiðum um hjálparpakkan, sum Løgtingið hevur samtykt.