Fótbóltur
Ítróttarstjórin í FCK eitur Niels Christian Holmstrøm. Inntil fyri einari fjórðings øld síðani var hann ein vandamikil álopsspælari hjá KB, og hann dugdi eisini at brúka mussaskøðið. Tað dugdi hann eisini, tá hann var venjari í feløgunum, sum nú mynda FCK ? tey eita KB og B1903.
Nú hevur Niels Christian Holmstrøm ábyrgdina av spælarunum, og hann var ikki blíður, tá hann í fjølmiðlunum frætti, at Todi Jónsson var komin skaddur aftur til Keypmannahavnar:
? Todi er skaddur hvørja ferð, hann kemur aftur úr Føroyum. Hetta ber ikki til, og eg ætli mær so skjótt, sum tað ber til, at hava eitt prát við Allan Simonsen um hetta, segði ein ikki serlig blíður Niels Christian Holmstrøm við BT í fyrradagin.
Fýra vikur uttanfyri
Seinnapartin í fyrradagin vitjaði Todi Jónsson liðfelagarnar í FCK. Teir vandu og settu harvið sjøtul á eina spennandi viku. Sunnudagin skulu teir spæla í Brøndby. Har rúmast omanfyri 30 túsund áskoðarar. Í fyrradagin vóru fleiri enn 22 túsund atgongumerki seld. Hetta verður dysturin á várinum í Danmark.
Todi Jónsson fekk ikki vant saman við liðfeløgunum, sum góvu til kennar, at teir harmast um skaðan. Tað gjørdi venjarin, Roy Hodgson, eisini. Læknin hjá FCK var ikki til staðar. Fysioterapeuturin kannaði lærið, og hann metti, at tað fara at ganga fýra vikur, áðrenn álopsessið hjá FCK aftur kann spæla:
? Tað kendist sum ein lætti at hava verið í felagnum aftur. Eg hevði roknað við, at skaðatíðin fór at verða fýra vikur. Tað nyttar einki at iðra seg um tað, sum er farið. Nú er takið at koma fyri seg aftur. Eg vænti, at eg fari at súkkla í dag. Kanska verður møguleiki fyri at smárenna í komandi viku. Eg vóni, at tað um tríggjar vikur fer at bera til at venja við bólti, og um alt gongur væl, so vóni eg at hava møguleika at spæla við aftur um ein mánað, segði Todi Jónsson í gjár.
Í dag fer hann at fylgja við í, hvussu tað fer at hilnast hjá liðfeløgunum á landsliðnum í Moskva, og sunnudagin verður hann ímillum áskoðararnar í Brøndby, har teir rokna við, at hvør einasti sessur verður upptikin.
jh