Teir gomlu vóru omaná

Árligi stevnudysturin millum tónleikarar yvir 30 ár og undir 30 ár var óvanliga ójavnur.

Hetta er sjeynda árið, at dysturin millum tónleikarar verður spældur. Tað var Terji Rasmussen, ið tók stig til dystin á fyrsta sinni, og hetta hevur ment seg tilo at gerast eitt av hæddarpunktunum á stevnuni.

Spælt hevur øll árini verið um eitt ferðasteyp, og fyri tveimum árum síðani vunnu »teir yngru« fyrsta steypið til ognar. Eftir fimm árum høvdu teir yngru vunnið steypið fýra ferðir, meðan teir eldru bert áttu ein sigur.

Tí varð á fyrsta sinni spælt um nýtt steyp í fjør, og tá megnaðu teir eldru at vinna, so spælt varð á øðrum sinni um nýggja steypið í ár.

Og teir eldru lótu ongan iva vera um, at teir ætla sær hetta næsta ferðasteypið til ognar.

Í einum annars rímiliga javnum dysti megnaðu teir eldru at leggja seg á odda 2-0 í hálvleikinum við málum frá gomlu landsliðsveteranunum, Una Arge og Frankie Jensen.

Heilt gott sá út, tá Mikael Blak stutt inn í seinna hálvleik legði teir eldru á odda 3-0, men henda leiðsla helt sær ikki so leingi, tí stutt eftir eydnaðist Boga á Borg at minka um munin úr spískum vinkli.

Men enn einaferð skoraðu teir eldru, tí eftir at málverjin hjá teimum yngru ikki megnaði at halda einum skoti útifrá, kundi John Johansen prika bóltin í netið til endaligu støðuna 4-1.

Tað merkir sostatt, at teir eldru – við Terja Rasmussen sum managara – nú eiga tvey partabrøv av fimm í nýggja ferðasteypinum.