Teir hava leitað nógv á Argjum og í Runavík

Felags fyri NSÍ og AB er, at tað er nógv nýtt, og at úrtøkan higartil ikki hevur verið so stór

 

 

NSÍ er á sjeynda plássi við 9 stigum, og AB er á áttanda plássi við sjey stigum. Í dag hittast tey fyri aðru ferð í ár. Fyrra ferðin var á Argjum 18. apríl, tá ið NSÍ vann 3-2, og Pætur Hentze tríggjar minuttir undan leikloki skoraði sigursmálið.

 

Felags fyri NSÍ og AB er, at talan higartil hevur verið um nógvar skiftingar á liðnum, og at tað seinastu ferðirnar ikki hava verið so nógvar broytingar. Higartil í ár hava 25 spælarar verið á NSÍ liðnum, og higartil í ár hava tað verið 24 spælarar á AB liðnum.

 

Tá ið AB síðsta sunnudag vann 4-1 á heimavølli ímóti B68, var málverjin Rói Zachariasen skaddur. Hann er tøkur aftur. Hjá NSÍ er álopsspælarin Aron Knudsen skaddur í lærkrikanum.

 

NSÍ plagar at hava takið, tá ið argjamenn vitja í Runavík. Undantøkini eru í 2013 og í 2009. Í 2013 endaði tað 1-1, og í 2009 vann AB fyri fyrstu og higartil einastu ferð landskappingardyst á útivølli ímóti NSÍ. Ta ferðina skoraði Jobin Drangastein sigursmálið tveir minuttir undan steðginum. Hann er tann einasti hjá AB, sum var við ta ferðina, og sum eisini verður á listanum í dag.

 

Ta ferðina – í 2009 – varð Klæmint A. Olsen skiftur inn á NSÍ liðið miðskeiðis í seinna hálvleiki. Ein annar NSÍ spælari var við fyri 13 árum síðani, og sum eisini í dag verður á listanum. Tað er Einar Tróndargjógv.

 

NSÍ – AB: Petur Reinert kl. 17.00.